Vónin er bjartasti brandur

Annika Sølvará, Cand. Mag, Granskingarráðið

Ímyndin av Amnesty International er brennandi kertuljósið. Altjóða mannarættindadagin heitir Amnesty á øll um at tendra ljós. Siðurin stavar frá stovnaranum Peter Benenson, sum fekk íblástur frá kinesiska orðafellinum: “Tað er betri at tendra eitt ljós, enn at biðja ilt yvir myrkrið”.

Peter Benenson segði: “- Ljósið brennur ikki fyri okkum. Tað brennur fyri øllum teimum, sum vit ikki hava megnað at bjargað. Sum vórðu skotin. Sum vórðu pínd. Sum vórðu rænd. Sum hvurvu. Tað er teimum, ljósið brennur fyri.”

Viðhvørt verið eg mótfallin, tá eg hoyri tíðindi úr útheiminum, um fólk, sum verða myrd, hvørva ella verða fongslað fyri at verja mannarættindi, ella um kríggj, hungur og náttúruvanlukkur. Tað er sum neyðin og órættvísi ongan enda tekur.

Men hendan myndin er bara ein partur av veruleikanum. Hetta er myndin, sum selur best í miðlunum, sum er neyðug at varpa ljós á og sum felagsskapir brúka, fyri at fáa okkum at handla. Ein annar partur av veruleikanum er tíbetur, at støðan hjá flestu fólkum í heiminum er nógv betri nú, enn hon var fyri 70 árum síðani, tá Mannarættindayvirlýsingin varð samtykt.

Tað stendur munandi betur til á flestu økjum

Hans Rosling, Ola Rosling og Anna Rosling Rönnlund vísar í bókini Factfulness á, at tað stendur munandi betri til á flestu økjum, enn vit halda, og enn vit skuldu trúð útfrá miðlamyndunum. Tað hava ongantíð áður verið so fá kríggj í heiminum, alt færri fólk doyggja av náttúruvanlukkum, alt fleiri fólk flyta seg úr ekstremum fátækradømi til betri liviumstøður, barnadeyðin minkar, miðallivialdurin hækkar og so framvegis. Størsta undantakið er á veðurlagsøkinum, har støðan versnar munandi.

Ja, tað er enn alt ov langt á mál á summum økjum, vit koma neyvan heilt á mál heldur, men saman kunnu vit gera góðan mun. Fyri einstaklingar og fyri heimin. Hetta mugu vit halda fast í og arbeiða út frá. Fet fyri fet, hvønn dag. Skriva fyri lívi, tala at, tak eina hond í, lat eina krónu. Viljin er sterkasta svørið!

Les fleiri hugleiðingar um mannarættindi HER