Virðispolitikkur fjaldur sum mannarættindi

Bárður Larsen, adjunktur, Fróðskaparsetur Føroya

Hevur menniskjan eitt virði í sær sjálvari, má mark vera fyri, hvørji inntriv statsvaldið kann gera. Einstaklingurin kann ikki einans vera amboð í hondunum á statsvaldinum, men má eisini sleppa at ráða sær sjálvum og vera í friði fyri statsvaldinum.

Altjóða mannarættindi eru júst vaksin fram sum svar uppá støður, har statsvøld ikki hava virt, at menniskju hava virði í sær sjálvum.

Mannarættindayvirlýsingin frá 1948 staðfestir í formælinum, at virðing fyri menniskjans íborna virði og javnbjóðis og ómissandi rættindum er grundarlagið fyri frælsi, rættvísi og friði í heiminum. Grein 3 staðfestir, at øll hava rætt til lív, frælsi og trygd. Og grein 5 sigur, at ongin skal verða útsettur fyri píning ella viðfarin ella revsaður miskunnarleyst, ómenniskjansliga ella óvirðiliga.

Hesi heilt grundleggjandi viðurskiftini er tolulig semja um í okkara parti av heiminum.

Kortini er minni semja um onnur viðurskifti. Hesum slepst ikki undan. Rættindaorðingar eru vanliga sokallaðir standardir við yvirskipaðum hugtøkum sum javnrættindi, lív, privat- og familjulív o.s.fr. Praktisk rættarstøða kann einans í lítlan mun lesast úr, men má í stóran mun lesast inn í slíkar orðingar.

Tískil krevst sjálvdisiplin at standa ímóti freistingini at lesa ávísar lívsáskoðanir inn í mannarættindini.

Mannarættindafelagsskapir tykjast kortini ikki altíð at standa ímóti freistingini at inntulka ávísar lívsáskoðanir fram um aðrar og geva teimum óuppibornan autoritet sum mannarættur.

Sum dømi hava Føroyar fingið kritikk í ST-skipanini fyri ikki at hava fría fosturtøku. Hetta hóast ongin altjóða sáttmálaorðing krevur fría fosturtøku, og hóast ongin altjóða dómsúrskurður hevur staðfest henda rætt.

Taka mannarættindafelagsskapir sær stórt frælsi at inntulka ávís etisk og politisk virði í mannarættindaskjøl, har menniskju rímiliga kunnu halda ymiskt, kunnu mannarættindini enda við at missa undirtøku og verða avvíst sum ein politisk dagsskrá. Tað vil vera at ofra meira fyri minni.

Les fleiri hugleiðingar um mannarættindi HER