Vælvirkandi samfeløg raðfesta rættindi, ja. Men vælvirkandi menniskju raðfesta ábyrgd.  

Arni Zachariassen, gudfrøðingur

Mannarættindi eru ein treyt fyri fræls og góð samfeløg. Søgan er rímiliga greið: tað er í vesturheiminum, grundfestur sum hann er í hvussu jøda- og kristindómur seta einstaklingin í miðdepilin, at samfeløg eru fræls. Ella, frælsast. Og best.

Tað er einstaklingurin, sum er grundeindin í vesturheiminum. Og tað er einstaklingin, at mannarættindi snúgva seg um. Fyrst og fremst rættindi at trúgva tí, hann metur vera rætt og uttan uppíbland at siga øðrum frá tí. Uppíbland, fyrst og fremst, frá statinum.

Mannarættindi eru logandi eldveggurin ímillum statin og einstaklingin. Mannarættindi eru soleiðis, sum ein statur grundfestir sítt gildi og sína heimild. Ein statur, sum fer yvirum mannarættindamarkið, undirgrevur seg sjálvan.

Mannarættindi eru á tann hátt heilag. Eins og amerikanska frælsisyvirlýsingin sigur, “Hesar sannleikar meta vit vera eyðsýndar í sær sjálvum: at øll menniskju eru skapt javnlík [og] at teimum er av teirra Skapara givin ávís rættindi, sum ikki kunnu takast frá teimum.” Og síðani, “Stjórnir eru stovnsettar millum menniskju fyri at verja hesi rættindi.”

Ynskir tú tær ein góðan stat, so hevur tú tørv á einum, sum raðfestir mannarættindi. Men ynskir tú tær hinveg góð menniskju, so eru tað ikki rættindum, tú leitar eftir.

Vit liva í einum heimi, sum er ovurupptikin av rættindum. Ella, einum heimi, har tað er flotið yvir við rættindum, og eitt gott hugskot er byrjað at spillast, tí tað er farið yvirum mark. Góð og, ja, fræls menniskju raðfesta ábyrgd, ikki rættindi. Meining er ikki fyrst og fremst at finna í tí, sum onnur kunnu geva tær, men í tí, tú kanst geva øðrum. Moralsk góðska snýr seg um at seta seg sjálvan til viks og at ofra seg fyri sín næsta. Og í tí at síggja, at øll menniskju eru eins næsti.

Tí er sentrali persónurin í vesturlendskari mytologi Jesus, einstaklingurin, sum gevur sítt lív á einum krossi fyri øll menniskju.

Vælvirkandi samfeløg raðfesta rættindi, ja. Men vælvirkandi menniskju raðfesta ábyrgd.

Les fleiri hugleiðingar um mannarættindi HER