Túsund takk fyri tykkara stuðul í 2019!💛

Tit hava saman við 3 milliónum menniskjum kring heimin verið við til at savnað 4,5 milliónir undirskriftir ímóti órættvísi.

Úr Føroyum hava vit í 2019 sent áleið 4000 undirskriftir til 19 mál, harav 2 mál higartil hava ført til leyslating. Í samband við ársins skrivitátak hava føroyingar íalt skrivað 300 hondskrivað brøv og 1900 undirskriftir eru savnaðar saman til tey fýra málini, sum vit hava skrivað fyri.

Hjartans tøkk fyri tykkara ítøkiliga íkast.

Tykkara stuðul hevur eisini tryggjað, at Amnesty hevur skjalprógvað ágang og dráp á fólkabólkar.

Tit hava givið fólkum eina rødd og atgongd til rættvísi í fleiri enn 50 londum, har tey annars ikki høvdu havt atgongd til tryggjleika, eitt heim og eina familju.

Og so hava tit eisini verið við til at geva frælsi og lív aftur til fleiri hundrað kvinnur og menn.

Vit vóna, at tit vilja halda fram til at tryggja hesi rættindi í 2020 – og vit vilja hervið ynskja tykkum øllum eitt gott nýggjár 🎉

Enn einaferð: TAKK🙏 fyri hesar sigrar👇

[/vc_column][/vc_row]