Tá heimsins fremstu leiðarar tosa niðurlátandi um kvinnur, so mugu tær rópa aftur. Og tað gjørdu tær í 2018.

Røða í Mettustovu tann 8. mars: Altjóða javnstøða

Tað loypir øði í, tá eitt forsetavalevni í USA sigur, “Grab them by their pussy” og verður valdur. Og Trump er ikki tann einasti. Í Brasilia hevur núsitandi forsetin m.a. alment sagt, at tá hann gjørdist pápi til eina dóttir eftir at hava fingið fýra synir, so var hetta “a moment of weakness”. Hetta eru núsitandi forsetar í heimsins størstu fólkaræðum, og teir vinna sær eftir øllum at døma atkvøður við at háða kvinnur. Helmingin av veljarunum.

Tað fekk kvinnur at ressast í 2018.

Djarvar kvinnur í hópatali róptu #MeToo!

Kvinnur hava eisini tikið seg saman og við grønum akslatrøðum hava tær mótmælt herdum abortlóggávum í londum sum Póllandi, Guatamala og El-Salvador.

Og frá Argentina til Meksiko eru kvinnur farnar í herna ímóti kynsgrundaðum drápum ella sokallaðum FEMIcide. Tí hvønn dag verða seks kvinnur í Meksiko dripnar.

Í India var evnið hópneyðtøkur.

Í Spania, Suður Afrika, Írlandi og Danmark eru kvinnur farnar út á gøtuni at mótmæla kynsgrundaðum harðskapi og neyðtøkum og væntandi verju í lógini.

Tí veruleikin er tíverri tann, at ein av trimum kvinnum uppliva kynsgrundaðan harðskap í sínum lívi. Talið er hægst í Miðeystri og í Norðurafrikansku londunum (37%), men í londum, sum vit samanbera okkum við, er talið eisini alt ov høgt (23%). Nærum ein av fýra. Men tað valdar nærum revsifrælsi fyri hesar brotsgerðir.

Kvinnur hava í 2018 sæð reytt. Tær hava víst reystleika og treystleika. Og tað eru góð tíðindi. Tað boðar frá styrki. Tað er vegurin fram. Og tað er í teirra anda, at vit fara at ganga FEMIgongu um eina løtu.

Men so eru tað tær, sum ikki sleppa út á gøtunar.

Tí hóast kvinnurnar í Saudi Arabia tann 24. juni 2018 enduliga sloppu at koyra bil. So sleppa tær ikki at lata seg í, sum tær vilja, ella at flyta seg uttan sín mannliga verja. Og í Saudi Arabia er nú ein landsumfevnandi APPa, sum skjótt alarmerar og skrásetur passnummarið hjá eini kvinnu, sum roynir at sleppa sín veg.

Í londunum, har ringast stendur til, er ein av átta gentum tvungin at gifta seg áðrenn hon er fylt 15.

Og so eru tað syndarligu kríggini. Har størstu tapararnir eru børnini og kvinnurnar. Tann sárbærasta støðan ein kann hugsa sær er at vera einsamøll mamma á ferð við smáum børnum í eini flóttafólkalegu har lógloysi og máttloysi valdar.

Lívið hjá hesum kvinnum er eitt fongsul. Tær sleppa ikki út á gøturnar. Tær verða ikki hoyrdar.

Í dag snýr ein av undirskriftainnsavningum hjá Amnesty seg um kvinnur í Sýria. Vit krevja heilt einfalt, at kvinnurnar verða hoyrdar. At kvinnurnar sita við borðið, tá loysnir skulu finnast.

Amnesty hevur tosað við 12 kvinnuligar aktivistar, sum flýddu úr Sýria og leitaðu eftir tryggleika í grannalondum. Upp ymiskar mátar royna tær at vinna sær rættvísi. Men tað er ikki lætt. Kvinnurnar fortelja um, hvussu tær tilvildarliga eru handtiknar, settur í varðhald og um syndarligu umstøðurnar uttan grundleggjandi tænastur og tryggleika. Og tær fortelja um, hvussu tær áhaldandi leita eftir horvnum familjulimum.

Í dag kunnu tit SKRIVA UNDIR HER og vísa tykkara solidaritet við hesum kvinnum í Sýria, og siga teimum, at vit standa saman við teimum í kravinum um, at kvinnur mugu vera partur av avgerðunum, sum skulu takast, tá Sýria skal byggjast upp aftur.

Tí tað kvinnuliga sjónarhornið er so avgerandi at fáa við.

Tá heimsyvirlýsingin um mannarættindi fyri 70 árum síðani varð samtykt, tá segði undangongukvinnan Eleanor Roosevelt: “Where after all do human rights begin. In small places close to home…” og eg haldi, at júst hetta lýsir so væl, hví kvinnur skulu vera við. Tí heldur enn at taka støði í stórpolitikki, so duga kvinnur at taka støði í tí, sum hevur týdning í tí smáa. Í familjuni. Tær skilja so væl, at heimið er allur heimurin hjá tí einstaka. Kvinnur skilja so væl, at tað byrjar við tær og mær. Og tað er eitt ógvuliga týdnigarmikið sjónarhorn.

Góðan altjóða kvinnudag!