Stavnhaldið hjá teimum, sum vilja arbeiða fyri einum betri heimi

Regin Winther Poulsen, lesandi í Jordan

Reguliga møti eg fólki her í Jordan, sum ikki eru her, tí tey vilja, men tí land teirra er krígsrakt. Tey eru flýggjað úr einum av grannalondunum, og hóast nógv av teimum liva her lógliga, liva nógv teirra eisini uttan pappír uppá, hvørji tey eru, ella hvaðani tey koma. Nógv teirra arbeiða langar dagar í kroppsliga tungum størvum við lítlum lønum. Onnur hava slett onki starv, heilsutrygd ella skúlaatgongd til børnini yvirhøvur. Hinvegin eru tað eisini nógv, sum als ikki eru saman við familjuni, sum antin er spjadd um allan heimin ella deyð í kríggi.

Onkur av fólkunum hava familju, sum hava megnað at funnið frið í Evropa, meðan onnur eru fangað í legum, har dagurin snýr seg um at vera á lívi, heldur enn at liva.

Tey hava ikki rætt til fleiri av teimum mest grundleggjandi greinunum í heimsyvirlýsingini, sum at liva við frælsi og tryggleika, og tey hava heldur ikki nógvar møguleigar at siga frá sínum trupuleikum.

Mannarættindayvirlýsingin var gjørd við einum ynski um, at ræðuleikarnir, sum hendu undir 2. Heimsbardaga, ikki skuldu endurtaka seg. “Ongantíð aftur,” var niðurlagið. Men hvønn dag eru fólk enn noydd at flýggja frá heimi og landi, tí ófriður valdar. Ella tí tey hava tala at órættindum, sum valdshavarar í heimlandi teirra hava framt. Hvønn dag líða fólk undir at hava notið rættindi frá yvirlýsingini.

Rættindi at smíða sær eyðnuna, verða í størri og størri mun, rættindi hjá teimum fáu. Eisini í vesturheiminum eru vanlig fólk fyri órætti í rættarsamfelagnum.

Og tá mannarættindayvirlýsingin eftir øllum at døma ikki er galdandi víða um, er tað ein orsøk í sær sjálvum, til at hon enn er líka týdningarmikil.

Tá politiska landslagið í søguliga friðaligum londum er klovið í víðgongdar felagsskapir, er heimsyvirlýsingin ein varði, ið minnir okkum á, hvørjum vit eiga at miða ímóti. Yvirlýsingin er stavnhaldið hjá teimum, sum vilja arbeiða fyri einum betri heimi.

Les fleiri hugleiðingar um mannarættindi HER