NAKIN Á NETINUM

“Deilir tú eina nakinmynd, so siga vit tað við mammu tína!” hetta siga brøðurnir í Pulterkammerets Aktivister, sum eru farnir í hernað ímóti hevndarporno, og sum eisini hava fleiri dømi at vísa á úr Føroyum.

Tey eru alsamt fleiri børn og ung, sum verða útsett á alnótini, tí at nakinmyndir av teimum fara í umferð. Hetta er sambært løgregluni eisini ein stórur trupulleiki í Føroyum. Sum liður í arbeiðinum hjá Amnesty, at varpa ljós á rættin til egnan kropp, er tað natúrligt eisini at varpa ljós á, at hesin rættur sjálvsagt eisini fevnir um talgilda heimin og myndir. Myndir krevja samtykki, og við hesum tiltaki vilja vit varpa ljós á, at tað er ólógligt at deila myndir á netinum uttan samtykki. Persónsálop og ágangur umframt deiling av nakinmyndum og øðrum persónsviðkvomum upplýsingum hoyrir ongastaðni heima – hvørki off- ella online. Eitt NEI er eitt NEI – eisini á netinum!

Tiltakið verður í PERLUNI í Havn hóskvøldið 1. JUNI KL. 19.00

Tiltakið er viðkomandi fyri ung og annars øll, sum arbeiða við børnum og ungum. Somuleiðis er tiltakið viðkomandi fyri foreldur og avvarðandi.

Á tiltakinum umrøða vit lógina, fyri at fáa staðfest: Hvat er ein lóglig mynd? Nær kunnu vit deila eina mynd? Hvussu geva vit samtykki á netinum, og hvussu taka vit tað aftur? Og nær er ta
lan um barnaporno? Vit hoyra eisini brot úr søgu um eina kvinnu, og um hvussu hon var útsett fyri ágangi á netinum.

Jan og Michael Lauritsen frá Pulterkammerets Aktivister fara síðani saman við næstformanni teirra Stefan Roy Frederiksen at greiða frá, hvussu teir eru farnir í hernað ímóti hevndarporno og grovum ágangi á netinum, hví hetta er ein hjartamál fyri teir, og hvussu teir halda, at vit øll kunnu vera við til steðga hesum vaksandi trupulleika.

“Nógv halda at tað bert er ein ósek mynd á netinum, men um viðkomandi er undir 18 ár og myndir verður deild uttan samtykki, so er talan um barnaporno. Tey flestu kenna ikki avleiðingarnar av at deila eina nakinmynd”, siga donsku brøðurnir, sum eru ávikavist 18 og 25 ára gamlir. Teir siga, at fyri teir snýr tað seg um næstakærleika og um at forða øðrum ungum at deila ólógligar myndir á netinum. Heldur enn at melda myndina til løgregluna beinanvegin, seta aktivistarnir seg í samband við foreldrini. Harvið fáa ung og foreldur møguleika at bjarga sær sjálvum undan eini brennimerktari revsiváttan, samstundis sum ein ólóglig mynd vónandi í nóg góðari tíð verður strikað av netinum. Vísir tað seg ikki at rigga, melda teir sjálvsagt myndina og lógbrótaran til løgregluna.

SKRÁ:
1) LÓGIN: Hvat er ein lóglig mynd? Nær kunnu vit deila eina mynd? Hvussu geva vit samtykki á netinum, og hvussu taka vit tað aftur? Og nær er talan um barnaporno?
2) BROT ÚR SØGU UM KVINNU, og um hvussu hon var útsett fyri ágangi á netinum.
3) UPPLEGG: Jan og Michael Lauritsen frá Pulterkammerets Aktivister fara síðani saman við næstformanni teirra Stefan Roy Frederiksen at greiða frá, hvussu teir eru farnir í hernað ímóti hevndarporno og grovum ágangi á netinum, hví hetta er ein hjartamál fyri teir, og hvussu teir halda, at vit øll kunnu vera við til steðga hesum vaksandi trupulleika.
4) FRUM: Vit hoyra livandi tónleik frá bólkinum FRUM við Jenny Kragesteen.

Rebekka Manuela Behrens fer at leiða okkum ígjøgnum kvøldið.

Høvi verður at seta spurningar.