Mannarættindini og Heimsmálini

Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur, Nám

ST-yvirlýsingin um mannarættindi fyllir 70 í ár. Hetta kann tykjast sum long tíð, men í mannarættindahøpi er hetta bert ein løta. Hóast mannarættindini hava verið fyri bakkøstum sum fascismu, nazismu og kommunismu, er tankagongdin ment áhaldandi gjøgnum fleiri øldir og stendur í dag í fullum blóma.

Serliga áhugavert er, at upp gjøgnum 20. øld eru alsamt fleiri mannarættindi løgd út til “altjóða samfelagið”. Mannarættindini eru vorðin heimsumfatandi og eru spakuliga vorðin til “altjóða institutitiónir”, ið seta krøv niður til statir, fyritøkur, felagsskapir og vanlig fólk. Heimurin hevur ment felags virði og normar, ið stýra atburðinum hjá flestu heimsins londum og fólkasløgum. Heimurin er ei longur anarkiskur, men skipaður.

Seinastu árini hava sonevndu heimsmálini fyri burðardyggari menning fingið stóra umtalu. Serliga heimsmál 16 um “Frið, rættvísi og sterkar institutiónir” snýr seg um mannarættindi, men nógv av hinum heimsmálunum snúgva seg eisini beinleiðis ella óbeinleiðis um mannarættindi.

Í grundini eru mannarættindi og burðardygd tvær síður av somu søk. Burðardygd verður vanliga knýtt at sonevndari “umhvørvisligari burðardygd”, men fevnir somuleiðis um “samfelagsliga burðardygd” og “búskaparliga burðardygd”. Nógv av heimsmálunum eru ætlað at betra um rættvísi og livikor hjá fólki kring allan heimin.

Altjóða samfelagið – herundir regionalar organisatiónir – hevur lagt seg fast á eina rúgvu av sáttmálum, ið útgreina mannarættindini. Mannarættindini eru tó ein rættiliga “kvalitativur” heimur, ið lættliga kann enda í orðakegli uttan ítøkiliga handling. Heimsmálini fyri burðardyggari menning eru hinvegin eisini “kvantitativ” og loyva hagfrøðiligar samanberingar millum lond.

Tað veruliga áhugaverda er, at hendan parrenningin millum mannarættindini og heimsmálini styrkir báðar dagsskráir. Tað styrkir heimsmálini, at tey eru tengd at løgfrøðiliga bindandi avtalum. Tað styrkir mannarættindini, at tey eru tengd at hagfrøðiligum indikatorum.

Tó at vit í Europa í løtuni uppliva eitt tjóðskaparligt mótrák móti mannarættindunum, stendur altjóða mannarættindarákið framvegis sterkt. Tó eru eisini myrk skíggj at hóma. Daprast er umhvørvisøkið, men eisini øki sum datavernd og talufrælsi veita høvuðbrýggj.

Les fleiri hugleiðingar um mannarættindi HER