Fer fólkaræðið at standa seg í móti autoritetunum?

Brandur Mortensen Nolsøe, Samfelagsfrøðingur, Humanity in Action Fellow

Visjónin handan Heimsyvirlýsingina um mannarættindi hjá ST er at kalla tað øvugta av tí nationalistiska og populistiska retorikkinum, ið vindur upp á seg á politisku leikvøllunum nú. Í kjalarvørrinum á seinna heimsbardaga tóku lond í egnan barm til tess at finna ein felags leist, tí altjóða samstarv um mannarættindi var einasta gongda leiðin.

Heimsyvirlýsingin um mannarættindi var eitt átak, sum leiðarar úr øllum herðashornum mettu vera alneyðugt. Neyðugt til tess at fyribyrgja, at eitt land, grundað á viljan hjá meirilutanum, aftur skuldi máa støðið undan rættindunum hjá minnilutabólkum.

Hvussu er og ikki munnu persónarnir, sum settu Heimsyvirlýsingina saman, hava spátt, at heimurin við tíðini fór at hava tørv á at blíva mintur á sjálvt innihaldið í yvirlýsingini. Neyvan hevur tann spádómurin hóskað betur enn hann ger í tíðarandanum, sum nú valdar.

Vit liva í einari óvissari og óstøðugari tíð. Og heimssamfelagið er nógv merkt av víðgongdum klovningarpolitikki, sum skapar split ímillum samfelagsbólkar um húðarlit, átrúnað, etnisitet og kyn. Í alt fleiri londum verða heimsáskoðanir bornar fram, sum beinleiðis og óbeinleiðis undirgrava virðisgrundarlagið í heimsyvirlýsingini.

Gongdin hevur verið ávegis leingi. Alheimsgerðin hevur havt ovurstóran ójavna við sær. Og samfelagsbólkar, sum ongan ágóða hava fingið, eru koyrdir í útjaðaran.

Samstundis hava mannarættindafelagsskapir trinið fram, sum taka við hugsjónini hjá Heimsyvirlýsingini um ein sameindan heim. Ein heim, hvørs menniskju hava somu og javnbjóðis rættindi. Hesir felagsskapir stríðast ikki bara fyri samfelagsbólkum, men við samhuga og fyri rættindum hjá einstaklingum.

Tað, sum fer at mynda stríðið fyri mannarættindum komandi tíðina, er spurningurin um, hvussu fólkaræði fer at standa seg í móti autoritetum, ið ikki virða mannarættindi. Mannarættindarørslan er eitt úrslit av fortíðini og virkin í samtíðini. Hon er alneyðug, skal málið framhaldandi vera sosialt rættvísi.

Les fleiri hugleiðingar um mannarættindi HER