LGBT

LGBT

Seinastu árini hevur Amnesty arbeitt fyri, at javnseta allar borgar, tá tað snýr seg um borgarliga vígslu.

Vit hava samtykt og staðfest, at samkynd hava sama virði sum øll onnur í samfelagnum. Vit hava eisini viðurkent, at fólk ikki eiga at vera fyri mismuni vegna kynsliga orientering. Og hyggja vit út gjøgnum vindeygað, kunnu vit staðfesta, at samkynt parlag er ein partur av veruleikanum í okkara samfelag í dag. Hetta eiga lógir okkara at endurspegla, tí lógir okkara skulu verja okkum øll. Um lógir okkara ikki fevna um ávísar bólkar í samfelagnum, eru hesir uttan fyri lógina.

”Øll menniskju er jøvn fyri lógini og hava rætt til somu lógarvernd uttan nakran mismun av nøkrum slag. Lógin skal tí forbjóða øllum mismuni og tryggja øllum javna og munagóða vernd fyri mismuni av nakrari orsøk, undir hesum ættarslag, húðarliti, kyni, átrúnað, politiskari ella aðrari áskoðan, tjóðaruppruna ella sosialum uppruna, ognarviðurskiftum, føðing ella aðrari støðu.”

Somu rættindi eru ásett í tí evropeiska mannarættindasáttmálanum, sum Føroya løgting somuleiðis hevur bundið seg til. Og í tí seinastu eftirmetingini av mannarættindastøðuni í Føroyum í januar 2016 vóru boðini til okkara, at vit hava skyldu at javnseta allar borgarar, tá um borgarlig rættindini ræður.

“Vit eru øll fødd fræls og javnlík. Vit hava øll okkara egnu hugsjónir og hugsanir. Vit áttu øll at verið viðfarin á sama hátt.“

Soleiðis byrjar Heimsyvirlýsingin um mannarættindi frá 1948, og uppgávan hjá okkum – ættarlið um ættarlið – er at endurskapa endamálið við hesum orðum, so tey hóska til skiftandi tíðir.

Amnesty International sum altjóða felagsskapur hevur síðani 2007 heitt á øll lond um at steðga mismuni í samband við borgarliga vígslu. Og í 2011 skipaði Føroya Deild fyri almennum tiltaki, har vit settu spurningin, hvør er støðan hjá samkyndum og tvíkyndum í Føroyum, og kunnu vit seta okkum felgas mál, sum vit kunnu arbeiða fram ímóti? Eitt av okkara felags málum var at tryggja javnrættindi í hjúnabandslógini.

Fyri Amnesty hevur tað avgerandi týdning, at rættindini hjá samkyndum til hjúnaband verða tryggja í somu lóg, sum hesi rættindi hjá hinkyndum. Á fundinum staðfestu við eisini, at tørvur var á einum sjálvstøðugum felagsskapi, sum skal virka fyri rættindunum hjá samkyndum og tvíkyndum, og á einum uppfylgjandi fundi varð avgjørt at skipa fyri stovnandi fundi, har LGBT Føroyar var stovnað. Síðani hevur Amnesty stuðlað arbeiðnum hjá LGBT Føroyum, m.a. við at ganga á odda í árligu stuðulsgonguni, og aftur og aftur hevur Amnesty heitt á Føroya Løgting um at tryggja javnrættindi í hjúnabandslógini.
Fimm ár seinni tann 29. apríl 2016 er málið rokkið, og hetta eigur felagsskapurin LGBT Føroyar fullan heiður av – sjálvsagt saman við uppskotsetarunum og teimum 19 løgtingsfólkunum, sum í dag atkvøddi fyri broytingunum í hjúnabandslógini. Hesi fimm árini hevur felagsskapurin LGBT Føroyar víst, at tey eru ein gáva fyri Føroya land. Takk fyri, at tit eru her, og takk fyri, at tit ikki fara nakran veg.

Enn einaferð er tað staðfest, at vanlig fólk kunnu gera veruligan mun!