Hevur tú hug til at undirvísa ungum í seksualundirvísing?

Kyn er eitt nýstovnað felag, ið hevur til endamáls at menna føroyska seksualundirvísing og kunna um kropp, kenslur, fyribyrging, mørk, rættindi og onnur seksuel evnir og soleiðis skapa betur trivna millum føroysk ung.

Fyrsta tiltakið hjá felagnum er at hava seksualundirvísing á miðnámsskúlum til Viku Sex 2020. Søkt verður tí eftir skikkaðum og ágrýtnum ungum fólkum, sum hava hug til at vera partur av hesum felag.

Arbeiðið er sjálvboðið, og tað er ein fyrimunur, at tú hevur royndir við ungum og undirvísing. Øll eru vælkomin at søkja, óansæð yrki, men tú skalt vera 20 ár ella eldri.

Tú fært:

– møguleika at undirvísa ungum á miðnámsskúlum runt um í landinum
– fakliga og metodiska undirvísing (sum er kravd), og tú verður mentur sum undirvísari
– lut í einum felagskapi, har onnur ung, sum saman við royndum fólki innan økið fara at útbúgva og brynja teg til at gerast undirvísari í seksualundirvísing

Væntað verður av tær:

– at tú ert ágrýtin og áhugaður í at taka avbjóðingina á teg at skapa vitan og virði til seksualundirvísing
– at tú vilt vera ein partur av einum felagskapi, ið fer at mennast til at tryggja góða seksualundirvísing fyri ung í Føroyum
– at tú vilt menna og styrkja tað fakliga og sosiala í hesum undirvísingarbólki

Útbúgvingarætlan:

Áðrenn tú byrjar at undirvísa, skalt tú ígjøgnum eina undirvísingarætlan á uml. 25 tímar. Harumframt skal tú lesa tilfar, ið tú fært útflyggjað eftir setanina.

Undirvísingin fer fram í tvey vikuskifti í Tórshavn, nevniliga

16.-17.nov. 2019 í Tórshavn og 11.-12.jan. 2020 í Tórshavn.

Kravt verður, at umsøkjarin luttekur bæði vikuskiftini. Harumframt skal umsøkjarin hava møguleika fyri at undirvísa allar gerandisdagar í viku 6, 3.-7.feb. í 2020.

Umsóknin

Umsóknarfreist er mánadagin 4.nov. kl.12 og skal sendast til e-mail: kyn@kyn.fo
Umsóknin skal vera í mesta lagi 30 reglur og skal innihalda stutta lýsing av tær og tíni

motivatión fyri at søkja, hvat tú væntar tær og tínar royndir við børnum og ungum ella møguligar undirvísingarroyndir. Saman við umsóknini skal tú senda eitt CV.

Samrøður verða hildnar leygardagin 9.nov. í Tórshavn.

Hevur tú spurningar viðvíkjandi umsóknini ella undirvísingini, skriva so endiliga til:

kyn@kyn.fo

Marin í Dali, lækni og stigtakari