Her er einki at skála fyri

Á síni heimasíðu skrivar Amnesty International um menniskju sum teg og meg “continuing a long tradition of writing letters to right some of the world’s biggest wrongs.”

Tað er soleiðis, vit kendu felagsskapin. Og tað er soleiðis, vit vilja kenna hann – mest møguligt ópolitiskur og leiðiliga edrúiligur í sínum eygleiðingum.

Rætturin hjá bólkinum

Men var byrjanin til Amnesty at heita á medmenniskju at skriva fangar í frælsi og rætta órætt, er tað ikki í hesum, at felagsskapurin eyðmerkir seg í dag. Ikki soleiðis sum hann, í leiklutinum sum tann miðal-populeri drongurin í flokkinum, roynir at tekkjast sjálvfeitum hugsjónarfólki at tala fyri tí, tey hava fingið at vera mannarættindi.

Onkustaðni á leiðini hevur hesin einaferð kastali fyri mannarættindum ikki einans latið seg tølt av eini fanatiskari minniluta-ideologi, men lagt seg eftir at tabuera rættin hjá einstaklinginum. At tað ikki longur er rætturin hjá tí einstaka, men bólkinum, tí fornermaða minnilutanum, ið skal verjast. Hvat so neyðturviliga merkir, at alt ber til innií bólkinum við tí fylgju, at sama einstaklingaverja minkar, og mannarættindi verða kroyst.

Onkustaðni á leiðini hevur Amnesty hildið tað vera meiri umráðandi at hegna inn og friðhalga ymsar samfelagsbólkar fyri, ja, øllum, faktiskt. At verja hatta hugskotið, politisk multikulturalisma at navni, ið segði, at tað skulu vera ymisk virði fyri ymisk fólk í aðramáta fólkaræðisligum samfeløgum. At tað er meiri umráðandi at ansa sær fyri og verja kenslurnar hjá etableraðum muslimum, tað er muslimskum monnum – soleingi teir ikki eru samkyndir – enn rættindini hjá hvørjum muslimi sær.

Ørindasveinur hjá islam

Onkustaðni er hann endaður sum ørindasveinur hjá islam. Eini harðskapstrúgv, ið metir mannarættindi eins høgt og italiumenn øklasokkar. Og tað serliga hjá vantrúgvandi og minnilutum. Tøgnin er larmandi. Ironiin eisini.

Meiri grundleggjandi, tó, hevur nútímans diskursur um mannarættindi skift merking. Og her havi eg hug at sitera Hannah Arendt í hennara útlegging: “Human rights depend on the beneficent nature of state protection, as guarantor of individual rights. They define the human as lacking in autonomy, and in need of help.” Afturat hesum er óvanin at miksa saman rættindi og mannarættindi til at merkja tað sama. Og, ikki minst, at blanda rættindi við ting, ið eru ynskilig.

Men tað noktast ikki, at mannarættindi sum hugtak, ígjøgnum og rundanum Amnesty, seinnu árini er vorðið politiserað í síni bláoygdu fanatismu.  Og hetta í ein mun væl grefligari og handan tað, Amnesty International sum fremsti mannarættindaforsprákari legði út við frá upphavi. Í 2012 fanst NGO Mointor at Amnesty fyri at nevna Ísrael 137 ferðir, meðan Sýria slapp 74 ferðir upp í part. Og hetta í einum ári, har túsundtals sýriubúgvar lótu lív. Eitt dømi av mongum.

Orðið “fanatiskt” hevur av røttum ræðusitatir skrivað inn í seg

Orðið “fanatiskt” hevur av røttum ræðusitatir skrivað inn í seg. Ein fanatikari halgar seg til eitt ideal óansæð hvat. Tak mannarættindi; eitt trúliga gott mál at plikta seg til. Kanska brúkar tú hvønn dag í vikuni uppá at betra um hesi rættindi. Men so skjótt tú gerst fanatiskur um tey, kann alt henda. Eitt nú ber væl til at hava samhuga við teimum, ið halda, at vit skulu ansa okkum eitt sindur, tá ið vit tosa og kjakast. Men tey, ið fara víðari við hesum, ið tala fyri at banna talufrælsi, at kriminalisera tað, tey halda vera ógóðtakilig ella ódámlig tala, enntá skíra hana “haturstalu”, eru ikki vinarliga sinnað móti mannarættindum. Tí í grundini hótta tey menniskju í síni roynd at verja tey.

Fanatisma

Fanatisma er mest skaðilig, tá ið hon hevur politiska ella átrúnaðarliga undirtøku. Og so løgið tað ljóðar, er hetta tað slag av fanatismu, ið oftast verður borið í bøtuflaka fyri. Lutvíst skyldast hetta tí tíð, vit liva í: eini relativistiskari tíð, har trúgv upp á alt, sjálvt islamistiska nihilismu, tykist deiliga dýrdarríkt hjá teimum, ið fáa seg sjálvi at trúgva uppá einki.

Síðani upplýsingina hava mannarættindi og, í uppaftur størri mun, nátúrlig rættindi, annars verið promoverað innan eina rammuskipan.  Eina skipan, har skynsemishugsan, og ikki innlivan, var galdandi. Skiftið er sjónligt, og Amnesty eigur sín lut í tí um sín, til tíðir, tilætlaða stuðul til hetta rák rokað við BS – rættindum, ið púrt einki hava við veruleikan at gera. Eitt átak at fría fangar var eitt, at føla seg fram í tráð við hissini tíðaranda, har fyrilitsleyst minnilutavirksemi er flaggberi, er nakað annað.

Effinett hetta, at vit hava flutt okkum frá og telgt av menniskjans suvereniteti til frama fyri bólkin og infantilum celebrity –  og offurkampanjum, og tessvegna skakað fólkaræðisligar mannagongdir og siðvenju, er eitt bakkast fyri altjóða mannarættindi. Og tað, tíverri, er trupult at skála fyri.

Les fleiri hugleiðingar um mannarættindi HER