ENDURLÝSING – Amnesty søkir starvsfólk til ”ANDLIT TIL ANDLITS” limaátak 2019

 

 

ANDLIT

Amnesty International Føroyar, fer aftur í ár undir limaátakið: ”ANDLIT TIL ANDLITS”, har vit senda fólk út á gøturnar at tosa við fólk og bjóða teimum við sum stuðlar; Høvuðusuppgávan er at tosa við fólk úti á gøtuni. Harafturat fevnir ein partur av uppgávuni seg eisini um at ringja út til limir og at arbeiða við limaskipan. Vit sóknast í hesum sambandi eftir fólki, at umboða Amnesty.

 

FØRLEIKI

Vit sóknast eftir fólki, sum eru áhugað í MANNARÆTTINDUM,og sum taka undir við arbeiðinum hjá Amnesty International. Tað er somuleiðis neyðugt, at viðkomandi er opin og fyrikomandi og dámar at tosa við fólk.

 

TÍÐ OG STAÐ

Arbeiðið fer í høvuðsheitum fram í Tórshavn, men farið verður eisini út um landið. Vit arbeiða millum 4-6 tímar um dagin í tíðarskeiðinum 1. JULI TIL 26. JULI. Møguleiki er fyri at arbeiða ein part av tíðarskeiðinum.

 

Umsóknarfreistin er 7. JUNI. Umsóknin skal sendast til starv@amnesty.fo.

 

LØN

LØNIN er 128,94 kr. um tíman. Lønin verður útgoldin 14. hvønn dag (afturúr). Umframt løn verða goldin 12% í frítíðarløn og 5% í eftirløn.

 

SAMBAND VIÐ AMNESTY

Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Elsu Wraae á telefon 235819 ella um teldupost elsa@amnesty.fo.