Tað, tú sáar í lítla barnið, festir røtur og veksur

Armgarð Arge, Gudfrøðingur, Kringvarp Føroyar

Ultimtiva gleðin og kenslan er, tá tú heldur nýfødda barninum í tínum ørmum. Ein ørgrynna av øllum hugsandi tonkum og ynskjum saman við treytaleysum kærleika fyri einum nýggjum mannabarni fylla teg.

Sjálvandi hugsar ein í hesari støðuni, at tað er óhugsandi, at nakar skal gera seg inn á nýggja menniskjað. Ella at barnið, tá tað er komið upp at standa, skal fara at gera seg inn á onnur. Og hóast vit liva í landi, har vit vita, at vit kunnu hugsa, trúgva og vera tey, vit eru, uttan at nakar av tí orsøk skal finnast at okkum, so er alneyðugt at samfelagið, og vit við tí, javnt og savnt gáa um okkum sum tjóð. Hvussu vit liva og hvørji okkara virði eru.

Vit fáa at vita, at ”vit skulu siga frá”, og at ongin eigur at gera seg inn á okkum, at ongin skal traðka okkara vilja og mørk undir fótum.

Vit hava hoyrt mangar stórar statsleiðarar hildið stórar og vakrar røður, sum hava rørt okkara hjartastreingir, eitt nú ”I have a dream”, ”Spyr ikki, hvat samfelagið skal gera fyri teg, men hvat tú kanst gera fyri samfelagið” og ”insistera uppá tað góða”. Men hóast føgur orð, so er allur heimurin ikki nakað Utopia. Vit ógvast í okkara heitu stovum her heima, tá sterkir menn fara inn um mørk hjá øðrum londum. Tá ósek menniskju hvørva og tá fólk koma til stórt vald, og vit varnast, at her spyr onki gott burturúr.

Mannarættindi fest niður á blað

Tá dagar hugtakið mannarættindi upp. Vit mugu hava mannarættindi fest niður á blað. Orðið mannarættindi er eitt vakurt orð, men samstundis so logar beiski og kaldi veruleikan upp við tí, tí hava vit ongin mannarættindi, hvat hava vit so?

Vit skulu ongantíð royna at skilja tað ónda, men heldur avnokta og flýggja frá tí ónda. Vilt tú hava ein betri heim, so mást tú byrja við tær sjálvum. Hetta kann ljóða so ússaligt og jánkasligt, tí hvat skal sum einsamalt, lítið menniskja gera? Hevur tú fingið lítið nýføtt barn upp í hendur, so byrjar alt har heima hjá tær.

Tað, tú sáar í lítla barnið, festir røtur og veksur. Sum foreldur kanst tú vera ein góð fyrimynd, tí barnið ger aloftast sum foreldrini. Lær tað hóvsemi, virðing og tolsemi, lær tað at rúma ymiskleikanum, og lær tað at skilja, at øll eru vit menniskju, men øll eru vit ymisk, og at tað er í ymiskleikanum, at margfeldni er. Gylti regulin, at ”vera móti øðrum, sum tú vilt hava onnur at vera móti tær” er ævigt galdandi og ber á mál.

Les fleiri hugleiðingar um mannarættindi HER