Frá skynsemi til kenslur

Agga Niclasen, Lærari, Santa Frans skúli

  • Frá natúrligum rættindum til mannarættindi

Einki fangar andan í upplýsingartíðini betri enn John Locksa áskoðan, at “reason… teaches all Mankind… that being all Equal and Independent, no one ought to Harm another in his Life, Health, Liberty, or Posseessions”.

Á sama hátt sum Galileo brúkti skynsemi at greiða frá, at jørðin er í ringrás um sólina, brúkti Locke skynsemi at greiða frá, at vit mugu lata tað góða samfelagið upp í hendurnar á eini skynsemishugsandi mannaætt.

Í meiri enn 300 ár hava vit sæð trúnna uppá skynsemi sum motorurin í menniskjuligari menning í vesturheiminum. Men seinnu árini hevur skynsemi verið fyri alsamt fleiri álopum grundað á ein diskurs, sum ikki prísar skynsemi, men innliving og umsorgan.

Henda hóttan ímóti skynsemi er vorðið eitt eyðkenni fyri mannarætindarørsluna. Hon partrolar eftir offrum, hon kann føla við. Og tá fyrst funnin, íðan, tá skal bert eitt eiti av hugflogi til fyri at gera tað, hesi ætlandi offur, ið líða av onkrum, um til ein mannarætt sambært lóg.

Nú á døgum rópa fólk “mannarættindi” um øll verðsins viðurskifti. Meðan fangar rópa um mannarætt at atkvøða, rópa dømdir innflytarir um mannarætt til familjulív. Og almannaklientar um økta vælferð. Nú á døgum rópa fólk um mannarætt at giftast og ongantíð at verða særd av nøkrum, onkur sigur ella skrivar. Eg kundi hildið á.

Hvør kann finnast at mannarættindum

“Hvør kann finnast at mannarættindum?” spyr koalitiónin av mannarættinda-idealistum. Men hesin sekuleri átrúnaður í hesi ikki sørt apolitisku tíð krevur nærri kanning. Kanning av kjarnini í hesum mannarættinda-rópum. Eins og Kirsten Sellars vísir á í The Rise and Rise of Human Rights, er eitt uppáhald um, at tey, ið krevja, hava ein lógligan rætt til okkurt frá landinum. At mannarættindi byggja á “the Need to Protect Man from Himself”, ið bæði er mannminkandi og óliberalt í síni ovurumsorgan. Og at tey hava barst meiri fyri sær sjálvum enn teimum, tey siga seg hava barst fyri. Hvat er nokkso nasadjarvt at siga, men gevur einum áleikandi samleikapolitikki skyldina.

Natúrlig rættindi og mannarættindi

Kanska, kanska ikki. Men til tess trúliga at skilja hetta, er neyðugt at geva sær far um grundleggjandi munin millum mannarættindi og natúrlig rættindi. Hesi hava sín uppruna í enskum, evropeiskum og amerikonskum høvundum sosum John Locke, Immanuel Kant, Alexis de Tocqueville og Thomas Jefferson. Teirra hugskot skaptu gróðrarlíkindi fyri einum intellektuellum hugburði, ið loyvdi vesturlendskum demokratium at koma fyri seg. Men í mun til mannarættindi, ið komu seinni, kravdu natúrlig rættindi eittans frá landinum. Økt frælsi. Hesir talsmenn vóru áhugaðir í at avmarka landsins ávirkan, soleiðis at demokratiið kundi blóma til frama fyri einstaklingum og samfelagnum.

Sjálvt um orðið rættindi kemur fyri í “natúrlig rættindi” og “mannarættindi” eru hugtøkini ósigiliga ymisk. Tað eina vil minka um ta makt, landið hevur, meðan hitt víðka um maktina. Meðan natúrlig rættindi leita eftir frælsi frá stjórnarvaldinum, leita mannarættindi eftir verju og stuðuli frá sama valdi.

Uppaftur tað er umráðandi at fata, at har natúrlig rættindi gjørdu demokratiið møguligt, gelda mannarættindi tað, og at tað bert kann gangast demokratiinum væl, um tríggjar treytir verða loknar:

  1. At menniskjað verður fatað sum skynsamt at vera
  2. At landið dugir at stýra sær
  3. At politikkur er óheftur av løgfrøðisligum avmarkingum

Mannarættinda-ídnaðurin vil treyðugt kennast við omanfyrinevnda. Men tað svitast so ikki, at natúrlig rættindi áseta, at hvør treyt sær er avgerandi fyri einum vælskipaðum demokratii. Mannarættindi, hinvegin, áseta, at meðan fyrsta treytin er ógjørlig, eru tvær tær næstu óynskiligar.

Henda skilnað, eri eg bangin um, hevur Amnesty International, fyri øllum sínum góðvilja og góða arbeiði, aldri heilt skilt. Sjálvt ikki eftir 70 árum – og, eftir mínum tykki, aldri minni enn nú.

Les fleiri hugleiðingar um mannarættindi HER