Eins mans frælsi røkkur til frælsi næstans

Gunnhild Dahl Niclasen og Sanna A. Dahl, nevndarlimir í FNU og Amnesty-aktivistar

“Eins mans frælsi røkkur til frælsi næstans”: Hetta hugtak merkir, at vit hava frælsi til at gera alt, so leingi vit ikki gera okkum inn á frælsið hjá einum øðrum persóni. Men nær og hvussu gera vit so tað?

Helst eru nógvar meiningar um hetta. Tó halda vit, at í Føroyum vantar eitt nýtt sjónarhorn til hetta kjak. Nevniliga, at umhvørvisrættindi eru menniskjarættindi.

Eiga vit øll menniskju ikki at hava eins góðan rætt til vatn, mat, fríska luft og møguleikan at fara út í náttúruna til rekreatión?

Vit kunnu ikki blíva við at nokta fyri, at okkara gerðir hava stóra ávirkan uttan fyri okkum sjálv. At vit eitt nú hava frælsi at ovurkeypa, ovurnýta og ovurnjóta, bara tí vit eru priviligerað og kunnu, og ikki hugsa tankan, at vit harvið skerja frælsið hjá einum øðrum.

Sjálvsagt hevur samhandil viðvirkað til vælstandin, vit hava í dag. Men hvar er markið? Og nær er okkara persónliga frælsi frælsisavmarking fyri ein annan.

Tí okkara ovurnýtsla elvir – sum vit øll vita – til veðurlagsbroytingar. Og veðurlagsbroytingar hava millum annað við sær, at vit fáa alsamt fleiri flóttafólk. Hetta kemst millum annað av, at nógv hava mist sítt lívsgrundarlag, til dømis av turki, stormi ella yvirflóð.

Mist frælsið – ella ongantíð fingið tað – til eitt sømiligt lív. Sømiligt lív, sum ST staðfestir í fleiri av greinunum í mannarættindasáttmálanum.

Latið okkum taka hetta kjakið, sum kanska kann tykjast óbehagiligt og ópopulert, kjakið um frælsisavmarking og frælsisábyrgd yvir fyri næstum okkara – bæði núlivandi og komandi. Tí umhvørvisrættindi eru jú ein óloysiligur partur av menniskjarættindum.

Les fleiri hugleiðingar um mannarættindi HER