Ein móttøka fyri fólk rakt av harðskapi er eitt gott hugskot, søgdu landsstýrisfólkini!

Í samband við Altjóða dagin móti harðskapi móti kvinnum, sum er í dag, skipaðu Kvinnuhúsið, Kvinnufelagið, Sig Frá/Almannaráðið og Amnesty International Føroyar fyri tiltakið fríggjadagin tann 22. november, har vit settu spurningarnar:

Hvussu taka vit ímóti og tosa við kvinnur, sum eru ella hava verið fyri harðskapi? Og kunnu vit fáa íblástur úr Íslandi, tá talan er um at hjálpa teimum, sum eru rakt av harðskapi?

Tað var sera áhugavert at hoyra íslendsku Ragnu Bjørg Guðbrandsdóttir, dagligur leiðari í Bjarkarhlíð í Íslandi, greiða frá um teirra royndir við eini móttøku, sum eru fyri kvinnur, menn og børn rakt av harðskapi. Og hon vísti á, at tað er alt slag av harðskapi, bæði kynsligum, sálarligum, digitalum og kropsligum.

Kvinnur, menn og børn

Hetta er ein loysn, sum ger, at vit fáa hjálpt fleiri og ein slík móttøka gevur eisini fólki møguleika at biðja um hjálp fyrr.

Tað hevur víst seg í Íslandi ígjøgnum hesi 3 árini, sum móttøkan hevur virkað har, at tey eru nógv fleiri enn væntað, sum halda seg aftur við at søkja hjálp, tí tey ikki meta, at teimum tørvur eitt skjól, sum ein Kreppumiðstøð er. Men tað er púra greitt, at tey hava átrokandi tørv á ráðgeving og hjálp.

Serstakliga áhugavert var tað at hoyra, at tað serliga er løgreglan, sum eftirspyr hesa móttøku í Íslandi, tí tey uppliva fer eftir fer, at tey koma út í sama heim uttan at hava møguleika at veita nøktandi hjálp og ráðgeving. Sostatt endurtekur søgan seg.

Ein hurð

Leisturin við eini harðskapsmóttøku ella eitt sokallað “Family Justice Center” ger eisini, at fakbólkar í nógv størri mun mugu arbeiða saman, og tað verður lættari at samskipa hjálpina.

Móttakan virkar soleiðis, at tað eru fakbólkarnir sum manna húsið. Ein samskipari og eitt løgreglufólk eru har hvønn dag, og síðani koma fakfólk, sum eru knýtt at øðrum stovnum, inn ásettar dagar í vikuni. Tað verið seg fólk frá eini kreppumiðstøð, løgfrøðingur, sálarfrøðingur, sosialráðgevi osfr. Ein slík vaktarskipan hevði eisini verið uppløgd í einum lítlum landi sum Føroyum, har tað er trupult at mann eina skrivstovu hvønn dag.

Og hesin leistur er eisini púra upplagdur, tí hetta ger, at fólk í hesi sárbæru støðu ikki skulu renna runt frá skrivstovu til skrivstovu, men kunnu halda seg til eitt stað, eina hurð. Tað kann virka retraumatiserandi sama dag at skula vitja ymiskar stovnar og fáa somu spurningar endurtiknar upp í saman. Hetta greiddi Kathrina Lindenskov Holm, sálarfrøðingur hjá Kvinnuhúsinum, væl frá, og hon vísti á, at støðan í Føroyum í dag er ikki nøktandi.

Landsstýrisfólk vóru jalig

Á fundinum vóru bæði heilsumálaráðharrin Kaj Leo Holm Johannessen og Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir og landsstýriskvinna í Almannamálum, og bæði søgdu, at ein slík móttøka er áhugaverd at arbeiða víðari við. Kaj Leo Holm Johannesen vísti á, at hetta er gott, tí atlit verður tikið til børnini. Og Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir vísti á, at hetta er gott, tí hetta leggur upp til innlit og betur samskipan og samstarv millum partnarnar, sum skulu hjálpa.

Amnesty International Føroyar gleðist um hesi góðu orð, og vit fara sjálvsagt at fylgja málinum, eins og vit eisini fara at kanna, um ein slík móttøka eisini kann hjálpa teimum, sum hava verið fyri neyðtøku, og sum eisini hava stóran tørv á einum staði, har tey kunnu fáa hjálp og ráðgeving. Tí, sum støðan er í dag, so er einasti møguleiki at venda sær til løgregluna, og tað als er ikki nøktandi.

Á altjóða degnum móti harðskapi móti kvinnum, 2019