Undirvísing

ST hevur enn einaferð viðmælt øllum limalondum at undirvísa í mannarættindum. ST gjørdi í 2011 eina yvirlýsing um Undirvísing og venjing í mannarættindum (2011). Í yvirlýsingini verður víst til hesar samtyktir og sáttmálar:

  • Heimsyvirlýsingin, grein 26

  • Sáttmálin um búskaparlig, sosial og mentanarlig rættindi, grein 13

  • Barnarættindasáttmálin, grein 29 og 42

Í viðmerkingunum frá ST frá 2011 um Barnarættindasáttmálan vísti Barnarættindanevndin hjá ST á, at Føroyar skulu gera meira við at upplýsa børnum um teirra rættindi.

Tað hevur týdning, at vit stremba ímóti at liva upp til altjóða sáttmálar og tilmæli frá ST, og vit mugu ongantíð taka hesi mannarættindini fyri givið. Eitt dømi um stóra týdningin av at verja hesi rættindi verður staðfest í kanning hjá RCT (Rehabilitering Center for Torturoverlevere) sum vísir, at fjórði hvør dani meinar, at píning kann nýtast í ávísum førum. Og tað eru serliga ung, sum halda, at píning er ílagi. Karin Verland, sum er stjóri í RCT grundgevir hesum úrsliti við, at unga ættarliðið hava livað teirra lív í eini tryggari boblu, samstundis sum tey hava verið vitni til stríðið móti yvirgangi, har grov mannarættindabrot eru fram, og har myndugleikar hava ført fram, at hesi brot á grundleggjandi rættindi hava verið neyðugt. Í eini slíkari tíð við slíkum rákum er tað serliga neyðugt, at vit halda fast um virðisgrundarlag okkara og verja vunnin rættindi.

  • Amnesty arbeiðir fyri, at mannarættindi verða skrivaði inn í námsætlanir hjá fólkaskúlanæmingum og á námsvísindsdeildini.
  • Amnesty arbeiðir eisini saman við Barnaumboðnum og Barnabata við at skipa fyri skeiði fyri næmingum um grundleggjandi mannarættindi og barnarættindi
  • Amnesty setur altíð tíð av til at geva næmingum upplegg og leiðbeingin í samband við mannarættindi