Mín Kroppur Míni Rættindi

Hvør hevur rættin til tín kropp? Hvør avgerð, hvønn partnara tú skal hava og nær? Og nær og um tú skalt hava børn?

Fyri milliónir av kvinnum í heiminum, verða hesar avgerðir tiknar av øðrum. Av manninum, av familjuni og av samfelagnum. MÍN KROPPUR MÍNI RÆTTINDI er altjóða átak hjá Amnesty International, har ljós verður varpað á rættin til egið kropsligt sjálvræði.

“Ein og hvør hevur rætt til lív, frælsi og perónliga trygd” – Heimsyvirlýsingin um mannarættindi, 1948

Høvuðsátakið hjá Amnesty, MÍN KROPPUR MÍNI RÆTTINDI, snýr seg um kynslig rættindi hjá kvinnum. Tað snýr seg heilt grundleggjandi um rættin til sjálv at gera av, um og nær ein vil hava børn. Rættin til at velja sín maka. Rættin til upplýsing um kynslív. Rættin til føði- og læknahjálp. Og rættin til eitt lív uttan neyðtøku og kynsligan ágang.

Hetta eru rættindi, sum eru tryggjað í eini røð av altjóða sáttmálum. Men hóast hetta síggja vit, at kynslig rættindi hjá kvinnum eru undir stórum trýsti. Við átakinum arbeiðir Amnesty við at avdúka lond, sum kúga kvinnur og gentur, og vit krevja broytingar. Tað er ikki í lagi, at ein 10 ára gomul genta, sum hevur verið fyri kynsligum ágangi, verður tvungin at gerast mamma. At ein tannáringur verður tvungin at giftast burtur. At ein kvinnu verður dømt 40 pískasløg eftir eina spontana abort. At ein kvinna ikki kann keypa sær fyribyrging uttan loyvi frá einum manni. Og at ein neyðtøkufremjari sleppur undan revsing, um hann giftir seg við offrinum, soleiðis sum t.d. galdandi lóg í Føroyum loyvir. Og hvør er hugburðurin og mentanin handan eina slíka lóg?

Føroya deild hevur valt at varpa ljós á ta mentan og tann hugburð, sum liggur handan hagtølini fyri neyðtøkur, eins og vit hava sett okkum fyri at dagføra lógina og bøta um rættartrygdina hjá neyðtøkuofrum. Vit hava sæð ítøkilig úrslit, og vit vilja síggja fleir ítøkilig úrslit. Tað skal ikki vera nakar ivi hjá nøkrum um, at sex uttan samtykki er brot á kynsligu rættindini og kropsliga sjálvræðið hjá tí einstaka.

Sex uttan samtykki er neyðtøka