Altjóða flóttafólkadagur 2017

“Fleiri enn 21 mió. fólk eru tvungin at flýggja frá heimi sínum. Flóttafólkakreppan er í dag partur av størstu vanlukkuni og avbjóðingini í okkara tíð.“ Tað sigur aðalskrivarin hjá Amnesty International, Salil Shetty í tíðindaskrivi í dag – altjóða flóttafólkadagin 2017.

Altjóða flóttafólkastøðan heldur áfram at versna. Talið av brotum á menniskjarættindi er vaksandi um allan heimin. Tað eru serliga kvinnur og børn, ið dagliga líða undir óvirðiligum korum og gerum. Stórur vandi er fyri, at støðan brádliga gerst nógv verri enn í dag, og tí er alneyðugt at skapa eina loysn skjótast gjørligt. Einki land kann einsamalt loysa hesa avbjóðing, so neyðugt er hjá heimsins londum at taka tey røttu stigini í felag. Vit halda altjóða flóttafólkadagin hin 20. juni á hvørjum ári, og Amnesty heldur áfram at vísa á og mæla til, at allar heimsins stjórnir taka lut og ábyrgd. Vit skulu tryggja at heimsins flóttafólk eru vard. Vit skulu tryggja teimum teirra grundleggjandi menniskjarættindi. Vit skulu tryggja teimum tryggar farleiðir, rættin til friðskjól og vit skulu steðga mannagongdum, sum senda neyðstødd fólk aftur til lond og øki, har sum tey eru í stórum vanda. Hvussu vit fara um flóttafólkakreppuna í dag, fer at tilskilað hvørji vit eru í nógv ættarlið frameftir. Nú hava vit møguleikan at vísa og verja tey øki sum sameina okkum, og at nokta at lata ótta og fordómar valda.

Sambært seinastu metingini hjá flóttafólkastovuni hjá ST, eru í dag 65,6 mió. menniskju kring heimin, ið av ymsum orsøkum, hava verið tvungin at flýggja frá heimi sínum. Tey flestu av hesum eru flýggjaði til onnur øki í egnum landi. Hetta er søguligt met. Bara í 2015 vaks talið við 12,4 mió., so hetta talið er skjótt vaksandi. Meira enn helvtin av teimum 65,6 mió. eru undir 18 ár, og eru tey í nógvum førum flýdd uttan familjuna. Sostatt er meirilutin av flóttafólkum børn, sum tíðum liva undir vandamiklum og óvirðiligum korum.

Á heimsstøði verður mett, at yvir 21 mió. eru flóttafólk, sum eru uttanfyri heimland sítt. Nógv størsti parturin av teimum kemur úr menningarlondum. Sum oftast eru tað grannalond, og lond í nærumhvørvinum, sum hýsa flóttafólkunum. Tó eru tey londini ofta sjálvi menningarlond, við stórum álvasomum avbjóðingum, og megna bara við hjálp frá umheiminum at veita flóttafólkum ta hjálp, ið teimum tørvar og hava rætt til.

Helmingurin av flóttafólkum koma úr trimum londum: Sýria (5,5 mió.), Afghanistan (2,5 mió.) og Suður Sudan (1,4 mió.), og so hvørt at nýggjar ósemjur ella stríð taka seg upp, veksur talið av flóttum. Fimm lond (Turkaland, Libanon, Jordan, Irak og Egyptaland) hýsa 95% av flóttunum úr Sýria. Libanon, eitt land við áleið 4,5 mió. íbúgvum, og á stødd við Fyn, hevur einsamalt tikið ímóti 1,1 mió. flóttafólkum. Síðani 2015 hevur ikki verið gjørligt at skrásett flóttafólk í Libanon, so helst er talið hægri.

Umframt aðrar samfelagsligar trupulleikar, hevur Libanon ovurstórar avbjóðingar at finna fígging til at hjálpa øllum flóttafólkunum. Tað økir hareftir um vandan fyri, at flóttafólkalegur- og skipanir í Libanon bróta saman. Nógv onnur lond í nærumhvørvinum, eru í eini líknandi støðu. Um flóttafólkaskipanirnar í nærumhvørvinum hokna, er sannlíkt, at vit koma at síggja ein metstóra øking av flóttafólkum, bæði um okkara leiðir, og aðrastaðnis í heiminum.

Orsøkirnar til, at fólk gerast flóttar, eru ymiskar, eitt nú harðskapur, valdsnýtsla, borgarakríggj, politisk jagstran, hungursneyð, turkur, og veðurlagsbroytingar. Sostatt eru orsøkirnar partvís menniskjaskaptar, og partvís náttúrligar. Hóast orsøkirnar eru ymiskar og fjølbroyttar, hava øll tey, ið vera tvungin til at flýggja, menniskjarættindi. Hareftir hevur altjóða samfelagið skyldu til at samstarva um at veita teimum hjálp. Eitt nú hevur ein stórur partur av flóttafólkum ikki nøktandi atgongd til vatn, mat, bústað og útbúgving.

Næstan allir heimsins leiðarir venda flóttafólkunum baki. Í Mexico og USA vera menniskju, ið flýggja undan ekstremum harðskapi handtikin. Í Kenya noyða tey flóttafólk úr Somalia aftur til sera vandamikil hernaðarøki. Nógv evropeisk lond nokta flóttafólki atgongd og geva teimum ongan annan møguleika, enn at seta lívið í vága, tá tey síðani ferðast á ótryggum farleiðum. Í Australia avbyrgja tey flóttafólk, ið flyggja undan píning og jagstran. Alt hetta má steðga, nú! Loysnin til flóttafólkakreppuna er alt annað enn einføld, men vit halda áfram at varpa ljós og heita á heimsins leiðarar og lond um at taka veruliga ábyrgd – tað gera vit í Amnesty í dag á altjóða flóttafólkadegnum og áhaldandi hvønn tann einsasta dag.

Tá heimsins ríkastu lond og stjórnir ikki taka ábyrgd, so gera vit tað!

Til ber at lesa meira um hvussu  Amnesty International arbeiðir við átakinum VÆLKOMIN  HER