Almennur fundur og kvøldseta 

Amnesty Føroyar skipar fyri almennum fundi og kvøldsetu um samtykki og neyðtøku, har vit m.a. “Hvussu møta føroyskir myndugleikar offrum fyri neyðtøku?” 

Birgit Helena Dahl Hansen er ein av teimum, sum hevur melda eina neyðtøku. Eins og nógv onnur líknandi mál kom málið ikki fyri rættin. Birgit fer at greiða frá, hvussu tað var fyri hana at seta seg í samband við føroysku myndugleikarnar,og fer at greiða frá, hvat hon heldur kundi verið betur.

Betur mannagongdir og nógv meira upplýsing

Hyggja vit eftir grannalondunum, so staðfestir nýggj frágreiðing hjá Amnesty, at offur fyri neyðtøku møta fordómum og misálitið í rættarskipanini (Noregi, Danmark, Svøríki og Finnlandi). Hóast norðanlond liggja í toppinum, tá tað um javnrættindi ræður, staðfestur heilt nýggj frágreiðing, at øll tey fýra norðanlondini svíkja tey, sum hava verið fyri neyðtøku. Tær fagstu neyðtøkurnar verða meldaðar, færri koma fyri ein dómar, og bert eitt fátal endar við dómi.

Frágreiðingin vísir á fleiri ábøtur, sum mugu gerast. Alt frá lógarbroytingum til betur mannagongdir hjá myndugleikunum, men lógir og mannagongdir eru bert ein partur av svarinum. Nógv meira upplýsing og útbúgving skal tryggja, at vit byggja upp eina sunna samtykkimetan millum ung.

Neyðtøka er eitt av álvarsamastu mannarættindabrotum, sum fer fram í okkara samfelag, men í Føroyum er tað framvegis soleiðis, at ein, sum hevur verið fyri neyðtøku, ikki sleppur út á Landssjúkrahúsið at fáa spor tryggja, áðrenn viðkomandi meldar málið til Løgregluna.

Í 2015 lat Amnesty tá nýggju samgonguni fleiri enn 1000 undirskriftir, har vit heittu á nýggju samgonguna um at tryggja offrum fyri neyðtøku virðiligar umstøður. Okkurt er broytt seinastu árini, men enn er langt á mál. Og tí spyrja vit aftur anno 2019: “hvussu møta føroyskir myndugleikar offrum fyri neyðtøku”.

Almennur fundur hósmorgun 9. mai

Almenni fundurin byrjar kl. 10.00 hósmorgun 10. mai í Auluni í Finsen.

Á skránni verða upplegg frá:

BIRGIT Helenu Dahl Hansen, sum fer at fortelja frá hennara royndum við at seta seg í samband við føroyskar myndugleikar.

TÓRA Petersen sálarfrøðingur fer at greiða frá sálarstøðuna hjá einum persóni, sum er í hesi støðu.

HERI Andreasen frá løgregluni fer at greiða frá, hvussu løgreglan í Føroyum handferð mál um neyðtøku.

LINDA Hesselberg fer at greiða frá, hvussu ákæruvaldi fer fram í hesum málunum.

Eftir uppleggini fer Óluva Zachariassen at práta við uppleggshaldararnar um, hvørji mál vit eiga at seta okkum fyri komandi árini, soleiðis at vit kunnu siga, at vit megna at lofta offrum fyri neyðtøku.

Almenni fundurin endar kl. 12.30, og tá bjóða vit ábit.

Kvøldseta fríggjakvøldið 10. mai

Fríggjakvøldið tann 10. mai kl. 20.00 verður kvøldseta. Tá skipar Amnesty Ung fyri einum kvøldið, har evnið verður, hvussu vit øll kunnu vera við til at skapa eina sunna samtykkimentana. BIRGIT Helena Dahl Hansen fer at greiða frá og onnur ung siga sína hugsan. Tónleikur og okkurt drekkandi verður sett fram.

Vit vóna at síggja nógv fólk, tí bara saman kunnu vit gera allan munin.