VIKA SEX 2018

Í døgunum 5. til 9. februar ferðast tiltakið VIKA SEX 2018 til allar yrkis- og miðnámsskúlar í Føroyum

Tá ung kenna síni rættindi, duga tey betur at seta egin mørk og at skapa felagsskapir, har persónlig mørk verða vird.

Í døgunum 5. til 9. februar ferðast tiltakið Vika sex 2018 til allar yrkis- og miðnámsskúlar í Føroyum.

Evnið er “Mynd krevur samtykki”, tí tað er ein sannroynd, at ung og fólk yvirhøvur ferðast nógv í digitala heiminum, og tískil er kunnleikin um kropp, mørk og kyn eins viðkomandi her sum í øðrum rúmum, vit ferðast í.

Tað er av alstórum týdningi fyri trivnaðin hjá teimum ungu, at tey skilja týdningin av orðinum samtykki, tora at gera vart við síni egnu rættindi, rættindini hjá øðrum og kenna avleiðingarnar, um tey ikki virða mørkini hjá øðrum.

Á tiltøkunum verður, umframt stuttir fyrilestrar frá serfrøðingum, høvi at fáa eitt prát við fakfólk. Eisini verður høvi at luttaka í spurnakapping, fáa ymiskt tilfar, prøvar o.a., ið er aktuelt fyri átakið “Mynd krevur samtykki”, kynslív og kropp yvirhøvur.

 

VIT ERU Á HESUM STØÐUM HESAR DAGAR

–  Mánadagin 5. feb.        Glasir (hølini hjá Dansifrøi)   kl. 10.00 – 11.30

–  Týsdagin 6. feb.           Miðnám í Vestmanna             kl. 10.30 – 12.10

–  Mikudagin 7. feb.         Klaksvík (á Tekniska skúla)    kl. 09.50 – 11.20

–  Hósdagin 8. feb.           Miðnám í Suðuroy                 kl. 11.55 – 13.25

–  Fríggjadagin 9. feb.      Miðnám í Kambsdali             kl. 08.10 – 09.40

 

 Á SKRÁ ALLAR DAGAR 

–     Hvat er samtykki?             Katla Heðinsdóttir, heimsspekingur

–     Hvat sigur lógin?               Mariann Reinert, politistur

–     Sálarligar avleiðingar        Oddbjørg Balle, sálarfrøðingur, BVS

 

Vit gleða okkum at hitta tykkum!

Vegna fyriskipararnar; Gigni, Apotekið, Sig frá!, Føroya Politi, Fólkaheilsuráðið og Amnesty Føroyar