Umstøðurnar í Mjørkadali til politiska viðgerð og Amnesty fylgir við

Í samband við dagførðingina av Rættargangslógini á heysti 2019 varpaði Amnesty yvirfyri myndugleikunum og Rættarnevndini ljós á, at umstøðurnar í Mjørkadali hava við sær, at vit í Føroyum brúka nógv meira avbyrging enn neyðugt. Hetta er síðani tikið upp politiskt – bæði í Fólkatinginum og í Løgtinginum. Og hetta fegnast vit um, og vit vilja nýta høvið at takka teimum, sum hava sett uppskot og fyrispurningar fram, eins og vit takka fyri virðiligar viðgerðir. Vit takka eisini fyri, at Amnesty hevur fingið høvi at koma við viðmerkingum, og at hesar viðmerkingar eru hoyrdar.

Uppskot um bøttar umstøður í Mjørkadali

Djóni N. Joensen og Rósa Samuelsen hava lagt uppskot fyri Løgtingið, um at tryggja nøktandi umstøður í Mjørkadali, og sum heitir á Landsstýrið um at seta gongd á arbeiðið at umrøða spurningin at byggja nýggja arrest og fongsulsbygning.

Umboð fyri Amnesty var í Rættarnevndini tann 20. mai, har vit serliga løgdu dent á, at vit ikki mettu, at tað var hóskandi at brúka orðingina: “á sama stigi sum í danska fongsulsverkinum”, tí Amnesty kann vísa á fleiri øki, sum ikki eru nøktandi í Darnmark, m.a. alarmerandi vøksturin av nýtsluni av sokallaðari “straf-celle”, sum er revsing til innsett, har tey verða sett í avbyrging 22 tímar av 24 tímum í fleiri enn 14 dagar . Vit brúktu sostatt okkara tíð til at vísa á viðurskifti, sum ikki eru nøktandi hjá teimum, sum verða send til Danmarkar at sita dóm.

Les viðmerkingarnar frá Amnesty til Rættarnevndina her.

Vit fegnast í dag um, at Rættarnevndin hevur sett broytingaruppskot fram, har orðingin um danska fongsulsverkið er tikið burturúr.

Broytingaruppskotið frá eini samdari Rættarnevnd ljóðar nú soleiðis:

”Løgtingið heitir á landsstýrið um at kanna og taka neyðug stig til, at umstøðurnar fyri tey, sum verða dømd at sita í varðhaldi ella dømd at sita fongsulsrevsing, gerast nøktandi, her uppi í at arbeiða fyri at tryggja teimum, ið sita fongsulsdóm í Føroyum, neyðug tilboð og at tryggja, at myndugleikin á staðnum fær møguleikan fyri at skipa eina tilgongd, so til ber at bjóða eitt útslúsingartilboð í sambandi við leyslating, umframt at umrøða spurningin um at byggja nýggjan arrest- og fongsulsbygning í Føroyum, og at leggja fram neyðug lógaruppskot í hesum sambandi. ”

Vit fylgja málinum

Amnesty fer frameftir at fylgja viðgerðina av hesum uppskotinum, og vit fara framhaldandi at halda samband við myndugleikarnar, sum varða av hesum økinum. Seinastu árini hava vit hava gott og konstruktivt samskifti við allar myndugleikar, og vit hava góðar vónir um, at allir partar ynskja at viðurskiftini í føroyska varðhaldinum verða munandi bøtt. Eftir er at tryggja, at hetta verður veruleiki skjótast gjørligt.

Framhaldandi ynskja vit at síggja, at hagtølini fyri langar varðhaldsfongslingar og avbyrgingar verða gjørd almenn atkomulig, vit ynskja munandi betur umstøður í varðhaldinum, eins og vit halda tað verða avgerandi neyðugt, at vit í Føroyum fáa ein tíðarhóskandi fongsulsbygning, har tað er møguligt at hava eitt varðhald og eitt fongsul.

Her er leinkja til løgtingsmál nr. 122/2019:  “Uppskot til samtyktar um at kanna og taka neyðug stig til, at umstøðurnar í Arrestini í Mjørkadali verða nøktandi og á sama stigi sum í danska fongsulsverkinum annars”.

Ráðstevna um fongsulsviðurskifti

Seinni í heyst fer Amnesty at skipa fyri ráðstevnu, har vit varpa ljós á avleiðingar av avbyrging, og har vit geva teimum, sum arbeiða í skipanini orðið. Vit enda við einum orðaskifti um, hvat hevur týdning í samband við at tryggja nøktandi umstøðurnar í føroyska varðhaldinum.

Hendan ráðstevnan varð sett á skrá tann 31. mars 2020, men er útsett til á heysti 2020 orsakað av korona. Tit frætta sum skjótast um endaligu dagfestingina.

Les meira her