Tíðindaskriv: Ráðstevna um fongsulsviðurskifti: “Fongslið, fangarnir og Føroyar”

Hósdagin tann 22. oktober kl. 13-16 í Aulini í Finsen. (Stroyming á facebooksíðuni hjá Amnesty International Føroyar)
Fongsulsviðurskifti eru enduliga komin á politisku dagskránna. Løgtingið hevur samtykt eitt lógaruppskot til samtyktar at bøta um umstøðurnar í Mjørkadali, og at seta gongd á arbeiðið við einum nýggjum fongsli. Løgmaður hevur umrøtt evnið við danska løgmálaráðharran fyri stuttum, har danski løgmálaráðharrin ásannaði, at tørvur er á at kanna nærri, hvussu bøtast skal um fongsulsumstøðurnar í Føroyum. Løgmaður og danski løgmálaráðharrin avráddu, at føroysk og donsk embætisfólk skulu umrøða og lýsa málið nærri, soleiðis at politisk semja kann fáast um, hvussu málið skal loysast.
Á ráðstevnuni í morgin setur Amnesty sjóneyku á evnið, og hevur bjóðað altjóða granskari til Føroya, fakfólki og politikkarum.

Amnesty setur spurningarnar: Hvat er tað ítøkiliga, sum er átrokandi at betra? Og hvussu tryggja vit at tey, sum sita í Mjørkadali ella í Danmark fáa virðiligar umstøður og kunnu koma út aftur í samfelagið sum heil menniskju og sum borgarar, sum kunnu taka virknan lut í samfelag okkara? 

Tiltakið er fullteknað, men vit stroyma beinleiðis frá facebook síðu okkara: https://www.facebook.com/AmnestyInternationalForoyaDeild/

Hósdagin tann 22. oktober kl. 13.00 til 16.00.

Høvuðsnavnið er Peter Scharff Smith frá Oslo Universitet. Peter Scharff Smith er m.a. serfrøðingur innan fongsulsviðurskifti, varðhaldsfongsling og avbyrging. Peter Scharff Smith fer at hava eina fakligt framløgu um fongsulsviðurskifti og avbyrging. Hann fer eisini at vitja í Mjørkadali áðrenn ráðstevnuna.

Á skránni verður m.a. eisini upplegg frá Magna Højgaard, sum er leiðari í Megna títt lív og nøkur orð frá einum fyrrverandi fanga um, hvussu tað er at sita í avbyrging. Eftir uppleggini verður fyrst eitt fakligt og síðani eitt politiskt orðaskifti.

Óluva Zachariassen fer at leiða okkum ígjøgnum dagin.

Skráin sæst her: Fongslið, fangarnir og Føroyar