SOMU ANDLIT – NÝGGJ HØLI

Á aðalfundi 18. apríl 2019 stillaðu sjey av átta nevndarlimum uppaftur og vórðu afturvald, og nevndin hevur nú skipað seg.

NEVNDIN SKIPAÐI SEG Á NEVNDARFUNDI TANN 8. MAI SOLEIÐIS:

Eyðgerð Mørkøre Kruse, forkvinna, Turið Maria Jóhansdóttir, næstforkvinna, Barbara Jacobsen, kassameistari, Bergur A. Dalsgarð og Gunnvá Gaard. Tiltakslimir eru: Beinta Flóvinsdóttir, Annika Malunardóttir og Tóki Strøm.

Einasta brotingin er, at Bjørk S. Lamhauge, sum hevur verið ungdómsumboð í nevndini takkaði fyri seg, og Annika Malunardóttir varð vald sum nýtt ungdómsumboð í nevndini. Annika er eisini partur av Amnesty ung, og virkar sostatt sum millumlið millum nevndina og ungdómsbólkin og ungdómsaktivismuna hjá felagsskapinum. Vit takka hjartaliga Bjørk fyri hennara fantastiska íkast fyri felagsskapin og serliga fyri hennara arbeiði í ungdómsbólkinum. Ein sonn eldsál, sum vit gleða okkum at fylgja.

UNDIRVÍSING Í MANNARÆTTINDUM OG VEÐURLAGSBROYTINGAR Á DAGSKRÁ

”Evnini, sum nevndin hevur valt at raðfesta, eru veðurlagsbroytingar
og undirvísing í mannarættindum. Orsøkin til tess er, at vit meta, at tørvur er á meira grundleggjandi upplýsing og undirvísing í kjarnini í mannarættindahugsanini. Og veðurlagsbroytingar fáa alsamt størri rúmd í arbeiðnum hjá Amnesty altjóða, og vit ynskja at fylgja hesi gongd”, sigur Eyðgerð Mørkøre Kruse, sum var afturvald á aðalfundinum og heldur fram sum forkvinna í nevndini.

Á aðalfundinum í 2019 varð samtykt at seta tveir bólk at arbeiða við hesum evnunum burturav.  Í hesum bólkinum fyri undirvísing í mannarættindum sita nú Lív Patursson, Heini í Skorini, Jacoba Kruse og Eyðgerð Mørkøre Kruse. Og í ráðgevandi bólkinum fyri mannarættindi og veðurlagsbroytingar sita Elsa Berg og Sanna A. Dahl.

NÝGGJ HØLI FRÁ 1. JULI

Á aðalfundin varð eisini kunngjørt, at felagsskapurin frá 1. juli 2019 fer at gerast partur av skrivstovufelagsskapinum í Smæruni. Sostatt er tað enduliga eydnast okkum at koma í atkomuvinarlig høli, og hetta fegast vit um.

Vit ynskja øllum góðan arbeiðshug!

Amnesty Ung

Amnesty Ung

Á aðalfundinum varð Annika Malunardóttir vald í nevndina. Annika er eisini partur av ungdómsbólkinum saman við einum vaksandi skara. Her greiða Annika og Milia frá aktivismu í 2018 og hvat liggur fyri framman. Amnesty Ung hittast hvønn hósdag kl. 17.00.

Mannarættindi og veðurlagsbroytingar

Mannarættindi og veðurlagsbroytingar

Í ráðgevandi arbeiðsbólkinum um veðurlagsbroytingar og mannarættindi sita Sanna A. Dahl og Elsa Berg, og tær fara saman við umboðum frá nevnd og skrivstovu hjá Amnesty at tryggja, at Amnesty Føroyar eins og restin av felagsskapinum er ein sterk rødd fyri mannarættindaligu avleiðingunum av veðurlagsbroytingum.