Skriva fyri lívi 2018

Skriva fyri lív er eitt altjóða átak, har fólk kring allan heim skriva brøv til menniskju, hvørs rættindi eru skerd.

Tú kanst luttaka á einum av skrivitiltøkunum kring landið ella skipa fyri tínum egna tiltaki.

Ert tú lærari er tað upplagt at skriva saman við skúlaflokkum.

ATENA DAEMI

Mannarættindaverji, IRAN

Fongslað fyri at tala ímóti deyðarevsing.

postkort_iran_top1080x460

GERALDINE CHÁCON

Mannarættindaverji, VENEZUELA

Forfylgd tí hon eggjar ungum at stríðast fyri sínum rættindum.

postkort_venezuela_top1080x460

Ert tú lærari í 7. til 10. flokki

At skriva brøv egnar seg stak væl til undirvísing í m.a. føroyskum, kristni, donskum, sponskum, enskum, samfelagsfrøði og øðrum.

Við at skriva brøv kanst tú geva næmingunum møguleika at birta eina vón til tey mongu, sum stríðast fyri einum meira rættvísum heimi í eini tíð, har mannarættindini eru undir hørðum trýsti.

Danska deildin hjá Amnesty hevur ment viðkomandi undirvísingartilfar.

TÍTT BRÆV KANN BJARGA LÍVUM

Skriva stutt ella langt. Ein heilt stuttur setningur, ein mynd ella eitt hjarta kann gera størri mun, enn tú kanst ímynda tær.

GÓÐ TÍÐINDI

Títt hondskrivaða bræv, saman við hundratals øðrum brøvum, kunnu bjarga lívum. Les her um, hvussu Amnesty brøv hava broytt lívið hjá so mongum.

skriva-fyri-livi

Um tú hevur fyrispurningur, kanst tú seta teg í samband við okkum á tel 235817 ella við at senda ein teldupost til katrin@amnesty.fo.