Nýtt navn og nýggj nevnd

Á aðalfundi hjá Amnesty International Føroyar 27.apríl varð avgerð tikin um at broyta navn frá Amnesty International Føroya Deild, til Amnesty International Føroyar. Nýggja navnið er meira heilstoypt, og samstundis samvarar tað betri við nøvnini á hinum deildunum í altjóða felagsskapinum. Nevnd og skrivstova fegnast um nýggja snøgga navnið.

Á fundinum varð nýggj nevnd vald. Vit takkaðu Katrini Apol, Pæturi á Borg og Johan Jacobsen fyri teirra íkast, og vit søgdu vælkomin við Barbaru Jacobsen, Gunnvu Gaard, Eyðgerð Mørkøre Kruse og Róar Mørkøre Hansen. Lív Patursson, sum var forkvinna, takkaði eisini fyri seg, og er í løtuni virkandi aðalskrivari hjá Amnesty International Føroyar, meðan Katrin á Neystabø, aðalskrivari, er í farloyvi til miðskeiðis í 2018.

Nýggja nevndin hevur skipað seg soleiðis:

 

Eyðgerð Mørkøre Kruse, forkvinna,

Bergur Arnbjarnarsonur Dalsgarð, næstformaður,

Barbara Jacobsen, kassameistari,

Bárður Ísheim, nevndarlimur,

Gunnvá Gaard, nevndarlimur,

Bjørk S. Lamhauge, tiltakslimur,

Róar Mørkøre Hansen, tiltakslimur

 

Arbeiðið hjá Amnesty verður skipað soleiðis, at ein sjálvboðin nevnd hevur evstu ábyrgd og setir út í kortið ætlanir fyri, hvat deildin skal arbeiða við. Hetta arbeiðið byggir á eina størri altjóða ætlan, sum allur felagsskapurin leggur annaðhvørt ár á altjóða aðalfundi. Næstu tíðina eitur høvuðsátakið Flóttafólk og Menniskjarættindaverjar.

“Fólk, sum verja menniskjarættindi eru nógv útsett í heiminum í dag, og tískil er tað eins týdningarmikið og nakrantíð at verja menniskjarættindi í hesum døgum, eisini í Føroyum” sigur Eyðgerð Mørkøre Kruse, forkvinna.

Felagsskapurin fer eisini at arbeiða við øðrum evnum, m.a. framhaldi av Samtykki átakinum við nýggjum vinkli saman við Føroya Politi, Sig frá og Fólkaheilsuráðnum.

Amnesty International Føroyar, 8.mei 2017