Nýggj nevnd í Amnesty

Á aðalfundinum tann 4. juni varð nýggj nevnd vald í Amnesty International Føroyar.

Nevndin hevur skipað seg

Nývalda nevndin hevur nú havt sín fyrsta nevndarfund, har tey skipaðu nevndina soleiðis:

  • Turið Maria Jóhansdóttir, forkvinna
  • Regin Berg, næstformaður
  • Barbara Jacobsen, kassameistari
  • Eyðgerð Mørkøre, nevndarlimur
  • Annika P. Malunardóttir, nevndarlimur
  • Milia Egilsnes, tiltakslimur
  • Dánjal Hátún Augustinussen, tiltakslimur

 Vit ynskja tykkum (og okkum) hjartaliga tillukku og takka fyri, at tit vilja leggja tíð og stríð í hetta arbeiðið!

Fundarfrásøgn frá aðalfundinum

Her er FUNDARFRÁSØGNIN frá aðalfundinum tann 4. juni 2020, har skráin var hendan:

SKRÁ:

1) Val av fundarstjóra og fundarskrivara

2) Frásøgn nevndarinnar frá virki felagsins í farna ári

3) Góðkenning av roknskapi

4) Nevndin svarar spurningum

5) Val av nevnd og tilvísingarnevnd

6) Val av grannskoðara

7) Ymiskt

Eftir fundin høvdu vit eina hugnaliga løtu á skrivstovuni, har vit skálaðu fyri frælsi.