Nevndin hjá Amnesty International Føroyar hevur skipað seg

Á nevndarfundi 17/5 2018 skipaði nývalda nevnin hjá Amnesty Føroyar seg.

Limir, ið takkaðu fyri seg vóru, Bárður Atlason Ísheim og Róar Mørkøre Hansen. Vit takka teimum báðum so hjartaliga fyri sítt íkast, sína vitan og arbeiði. Nývald í nevndina er Turið Maria Johansdóttir, og nýggir tiltakslimir eru Beinta Flóvinsdóttir og Tóki Strøm. Annars hildu hinir nevndarlimirnir fram, og nevndin hevur skipað seg soleiðis:

Eyðgerð Mørkøre Kruse, forkvinna

Turið Maria Johansdóttir, næstforkvinna

Barbara Jacobsen, kassameistari

Bergur A. Dalsagarð, nevndarlimur

Gunnvá Gaard, nevndarlimur (væntar á myndini)

Bjørk Sigurdsdóttir Lamhauge, tiltakslimur og í Amnesty Ung arbeiðsbólkinum

Tóki Strøm, tiltakslimur og í Amnesty Ung arbeiðsbólkinum

Beinta Flóvinsdóttir, tiltakslimur

Sunnudagin 3. juni hevði nevndin sín fyrsta arbeiðsdag. Hesin var hildin við Gjógv, og prátað varð m.a. um virkisætlanina fyri komandi árið. Nógv spennandi er longu á skrá, og nevndin er spent og fús at fara undir at arbeiða. Fyrst á skrá eru okkara summarátøk saman við Samtykki samstarvinum, sum er samstarv millum Sig frá/Almannamálaráðið, Fólkaheilsuráðið, Føroya Politi og Amnesty Føroyar. Annars eru spennandi mál á skrá altjóða, m.a. abortspurningurin, menniskjarættindi og klimabroytingar og tann ógvsuliga demoniseringin, sum er farin og fer fram heimspolitiskt í løtuni, fyri at nevna nøkur fá. Í næstum fer ein sendinevnd úr Føroyum til Pólands at viðgera millum annað hesar spurningar, saman við hinum deildunum hjá Amnesty kring knøttin. Lokalt í Føroyum fara vit, og serliga Amnesty Ung, at arbeiða við okkara nýggja átakið DIRVI, sum snýr seg um at tora, ella stuðla teimum sum tora, at krevja rættvísi – menniskjarættindaverjum eins og gerandishetjum og aktivistum av øllum slag. Okkara sannføring er, at øll hava rætt at verða hoyrd og vird – og vit trúgva uppá, at øll kunnu gera mun. Serliga í hóttum politiskum tíðum, bæði altjóða og lokalt, hevur tað serligan týdning at vit vísa stuðul til teirra, sum hava DIRVI at siga frá og at taka bardagan ímóti órættvísi. At vit hava Amnesty Ung við okkum er so avgerandi fyri hetta slagið av arbeiði, og tí eru vit so sera takksom fyri, at tey hava tikið hetta átak til sín.

Vit ynskja nevdini og arbeiðsbólkinum hjá Amnesty Ung SERA góðan arbeiðshug og framhaldandi dirvi og áræði at krevja eitt viriligt lív til og fyri øll.

Skrivstovan