MYND KREVUR SAMTYKKI

Undir heitinum Mynd krevur samtykki fer eitt nýtt upplýsingar átak nú ígongd.

Tað eru vit í Amnesty Føroyar, sum saman við Føroya Politi, Fólkaheilsuráðnum og Sig frá/Almannamálaráðið, sum í felag skipa fyri átakinum.

Samtykki samstarvið byrjaði seinasta summar, við átakinum SEX KREVUR SAMTYKKI. Undir sama evni varpa vit nú ljós á samtykki í talgilda heiminum. Sum liður í arbeiðinum at varpa ljós á rættin til egnan kropp er tað natúrligt eisini at varpa ljós á, at hesin rættur sjálvsagt eisini fevnir um talgilda heimin og myndir. Átakið verður í okkara føri bólka undir størra átakinum hjá Amnesty International  MÍN KROPPUR MÍNI RÆTTINDI, sum vit hava arbeitt við í nógv ár.

Í juni vitjaðu brøðurnir handan Pulterkammerets Aktivister okkum, og vit høvdu væleydnaðað tiltakið NAKIN Á NETINUM í Perluni. Hóast vit vistu tað áðrenn, so gjørdust vit í samband við fyrireikingar og samrøður, tá enn meira varug vid hvussu viðkomandi og aktuellur hesin trupulleiki er. Tey ungu hava veruliga tørv á einum talgildum ella digitalum dannilsi, og vit trúgva uppá, at tað ber til at læra hvønn annan tað. Tey vaksnu skulu eisini rustast, umframt børnini. Vit eiga øll lut í, at samtykki og siðilig viðferð av hvørjum øðrum fer fram – on eins og offline.

Tey eru alsamt fleiri børn og ung, sum verða útsett á alnótini, tí at nakinmyndir av teimum fara í umferð. Myndirnar kunnu vera stolnar ella tiknar, uttan at persónurin veit av tí, t.d. í einum skiftingarrúmi, ella tað kann vera ein mynd, sum er send og ætlað einum ávísum persóni, men sum endar í skeivum hondum, ella í hevnisøku verður deild uttan samtykki. Sambært løgregluni er hetta eisini ein stórur trupulleiki her í Føroyum.

Við hesum tiltaki vilja vit varpa ljós á, at tað er ólógligt at deila myndir á netinum uttan samtykki. Persónsálop og ágangur umframt deiling av nakinmyndum og øðrum persónsviðkvomum upplýsingum, uttan samtykki, er beinleiðis ólógligt. Tað eru tað nógv, sum ikki vita, men kanska verri – nógv sum vita og ikki virða. Tað er púra vanligt, at serliga ung nýta viðkvæmar persónligar upplýsingar sum undirhald, hevndarálop ella hóttanaramboð ímóti verjuleysum persónum. Er myndin komin á alnótina, er mest sannlíkt ógjørligt at fáa hana aftur. Slíkur ágangur og skemmilsi eru álvarsom, og hjá tí rakta kunnu árinini samanlíknast við tey, tú fært av harðskapi og øðrum ágangi. Tey eru álvarsom, og tað er í 2017 neyðugt hjá okkum at tosa um talgilda mentan og dannilsi, um rættindi á netinum og um galdandi lógarkarmar. Somuleiðis er ikki minst týdningarmikið at tosa um virðiliga og siðiliga framferð, og hvussu vit fara at yvirfyri hvør øðrum. Tað er neyðugt at gera tað púra greitt fyri øllum, at tað er ALTÍÐ tann, ið deilir myndina, sum hevur skyldina, og at tað tí ONGANTÍÐ er tann, sum hevur tikið ella sent myndina í trúnaði, ið skal revsast fyri nakað, hvørki moralskt ella sambært lóg. Hinvegin er tað tann, sum hevur deilt myndina uttan samtykki, ið sambært revsilógini kann revsast.

SAMTYKKI skal gevast tvær ferðir. Tú skal hava SAMTYKKI fyri at taka myndina og SAMTYKKI fyri at deila myndina. At tú hevur fingið eina mynd sendandi merkir ikki, at tú harvið hevur rætt at deila hana.

Á Facebook síðuni SAMTYKKI og umvegis okkara INSTAGRAM profil, fara vit at taka prátið digitalt m.a. við tagginum #samtykki og #stýrtær, meðan vit í góðum gomlum stíli, eisini eru at hitta í fysiskum formi  á G!

Átakið er skipað soleiðis, at stórar plakatir verða hongdar upp kring landið, eins og gjørt varð í fjør í sambandi við SEX krevur SAMTYKKI. Vit skjóta átakið í gongd í dag, sama dag sum G! vit vóna at hitta tykkum, og práta meira um evni.