Heiðursløn til verðurlagsaktivistar

Verðurlagsaktivisturin Greta Thunberg og øll rørslan “Fridays for Future” fekk mánadagin handað ársins Ambassador of Conscience Award frá Amnesty International.

Á hvørjum ári verður henda heiðursløn givin einum ella fleiri, sum hava gingið á odda í stíðrnum at verja og fremja mannarættindi.

“Øll hesi menniskju krevja, at vit øll taka verðurlagsbroytingar í álvara. Tey minna okkum øll á, at vit hava størri ávirkan og vald enn vit geva okkum far um, og at vit øll eiga at taka lut í stríðnum at steðga veðurlagsbroytingum og verja mannarættindi hjá núverandi og komandi ættarliðum”
– Kumi Naidoo altjóða aðalskrivari hjá Amnesty International.

Í kvøld kl 19.00 (hóskvøld) bjóða Amnesty Ung oman í Reinsaríið, har vit fara at heiðra veðurlagsverkføllunum í Føroyum og at bjóða mat frá Vistgrøði🌱🌍💛

Komið øll við! – hesin heiður er til øll tykkum, sum á onkran hátt hava verið partur av veðurlagsverkføllunum.

Og komið øll tit, sum ynskja at heiðra hesum veðurlagshetjum.

 

4 orsøkir til, at verðurlagsbroytingar eisini snúgva seg um mannarættindi

Rætturin til lív

Tað kann væntast, at upp ímóti 250.000 menniskju í tíðarskeiðnum frá 2030 til 2050 fara at doyggja fyrr orsakað av verðurlagsbroytingum.

Rætturin til matvørur

Tað er vandi fyri, at talið av fólkum, sum svølta, fer at hækkað við 20% áðrenn 2050.

Rætturin til hóskandi bústað

Síðani 2008 er fleiri enn 26 milliónir menniskju innanhýsis drivin orsakað av náttúruvanlukkum, sum standast av verðurlagsbroytingum.

Rætturin til vatn, sanitet og heilsu

Um miðalhitin hækkar við meira enn 2%, verða …

…. ein millión menniskju fáa munandi verri atgongd til vatn.

…23% av fólkinum í Sub-Sahara Afrika eru í øktum vandi fyri at doyggja ella fáa munandi verri heilsustøðu.

…..62 % av fólkinum í Suðurasia eru í øktum vanda fyri at doyggja ella fáa munandi verri heilsustøðu.

Les meira um veðurlagsbroytingar og mannarættindi her