LOUJAIN NOKTAR AT BÍÐA – eftir rættindum at koyra bil

Hon er óttaleys, og hon hevur eitt mál, sum hon veit fer at gerast veruleiki. Spurningurin er bara nær?

Í samband við altjóða kvinnudagin 2017 varpar Amnesty ljós á tríggjar kvinnur, sum nokta at bíða eftir sínum rættindum. Tann fyrsta av hesum trimum kvinnunum er Loujain al Hathloul úr Saudi-Arabia.

Loujain al-Hathloul valdi í november í 2014 at bróta koyriboðið í Saudi-Arabia, sum sigur, at kvinnur ikki hava rætt til at koyra bil, og hon mátti taka við eini revsing á 73 dagar. Hon tweetaði eina livandi upptøka av sær sjálvari, meðan hon koyrdi inn í Saudi-Arabia úr Emiratunum. Í feburar 2015 varð Loujain leyslatin og valdi tá at stilla upp til valið seinni sama ár, sum var fyrsta valið, har kvinnur enduliga høvdu loyvi at stilla upp og atkvøða í Saudi-Arabia. Men hóast uppstillingin varð góðkend, so stóð hennara navn ikki á atkvøðuseðlinum.

Loujain  heldur fram við stríði sínum fyri rættindum hjá kvinnum í Saudi-Arabia, soleiðis at kvinnur í framtíðini verða javnsettir borgarar.

“Eg fari at vinna hetta stríðið. Ikki beinanvegin, men uttan iva!”

VERULEIKAR um rættindi hjá kvinnum í Saudi-Arabia:

Hóast tað ikki stendur skrivað í nakrari lóg, so er tað sum oftast ógjørligt hjá kvinnum í Saudi-Arabia at fáa loyvi at koyra bil. Uttan hendan møguleika til frítt at fara eru tær skerdar og verða fastlæstar í eini støðu, har tær eru minni virdar.

Kvinnur í Saudi-Arabia skulu hava loyvi frá einum mannligum verja til m.a. at ferðast, gifta seg og móttaka ávís sløg av læknahjálp.

Seinastu árini hava fleiri og fleiri kvinnur í Saudi-Arabia valt at luttaka í stríðnum fyri frælsisrættindum hjá kvinnum. Eitt av átøkunum kallast Women2Drive frá 2011.

Saudi-Arabia fær eisini nógvar atfinningar frá m.a. Amnesty fyri at afturhalda og fongsla eina røð av mannarættindaverjum.

VERULEIKAR um rættindi hjá kvinnum

Sambært World Economic Forum fer tað at taka 169 ár, áðrenn líkaløn ímillum kynini verður veruleiki. Og hetta er bert eitt av fleiri skakandi tølum, sum vísa, hvussu leingi vit møguliga mugu bíða til gentir og kvinnur fáa javnrættindi. Í heiminum í dag eru áleið 225 milliónir kvinnur, sum ikki sjálvur sleppa at velja sín egna maka, hvørt tær ynskja børn og nær. Mett verður, at 35% av kvinnum uppliva kropsligan og kynsligan harðskap og á hvøjrum ári doyggja áleið 47.000 kvinnur, og 5 milliónir invaliderast hvør ár vegna ótryggar abortir. Eisini eru tað fleiri gentir enn dreingir, sum ikki sleppa í fólkaskúla, og tí er framvegis langt á mál.

Tey jaligu tíðindini eru, at tær eru alsamt fleiri, sum ikki vilja bíða longur. Ein av hesum kvinnum er Loujain al-Hathloul úr Saudi-Arabia.