Kvinnur á ferð er millum sárbærastu bólkar í heiminum

8. mars 2017

Á altjóða kvinnurættindadegnum 2017 varpa vit ljós á, at kvinnur, sum mugu flýggja, eru tvífalt útsettar. Alt ov nógvar kvinnur, sum mugu flýggja, uppliva, at tær gerast so at siga kostnaðarleysar. Tær uppliva álop og misnýtslu í legum, og tær hava ongan møguleika at melda hendingarnar. Kvinnur á ferð hava sama rætt til tryggleika, sum eg og tú, og tær skulu verjast. Ein háttur at verja hesar kvinnur er við at hjálpa teimum úr legunum og tryggja teimum tryggari leiðir úr krígsherjaðu økjunum.
Á heysti 2016 valdi ein meiriluti í Fólkatinginum í Danmark at steðga móttøku av kvotaflóttafólki. Ein beinleiðis avleiðing av hesum er, at fleiri kvinnur og gentir á ferð, eru fastlastar í legum og býum undir sera ótryggum umstøðum. 15 prosent av hesum kvinnum hava verið fyri kynsligum ágangi og harðskapi.
Hesar einsamøllu kvinnur og børn teirra eru millum sárbærastu bólkar í heiminum, og hesin bólkur er vaksandi.
Í samband við 8. mars 2017 heitir Amnesty heitir á Danmark um at taka upp aftur skipanina við kvotaflóttafólki.
Kvinnur taka p-bollar áðrenn tær fara avstað

“Amnesty International tosaði vði 15 kvinnur, sum vórðu flýddar og vórða ávegis til strondina í Libia. Meginaparturin av teimum søgdu, at tær livdu við einum ítøkiligum ótta fyri kynsligum harðskapi. Nógvar søgdu seg vera tilvitaðar um vandan, og tí tóku tær p-bollar fyri ikki gerast við barn á ferðini.
Læknar, sálarfrøðingar og sosialráðgevar í trimum móttøkum, sum Amnesty vitjaði fyri seks mánaðum síðani í Sisilia og Puglia váttaðu, at hesar kvinnur siga frá afturvendandi kynsligum harðskapi á ferðum teirra.
Á hesi kanningarferð innsavnaði Amnesty 16 frágreiðingar um kynsligum harðskap frá eygnavitnum og frá kvinnum, sum hava yvirlivað hesar upplivingar.”

Les meira frá hesi kanningarferð her.