HUG AT GERAST NEVNDARLIMUR Í AMNESTY FØROYAR?

Brennur tú fyri menniskjarættindum? Hevur tú hug at gera tína hugsan galdandi?

19. apríl 2018 verður aðalfundur okkara, fundurin byrjar kl 17 og verður í Perluni í Havn.

Á myndini sæst nevndin hjá Amnesty Føroyar: Ovast frá vinstru: Róar Mørkøre Kruse, tiltakslimur. Barbara Jacobsen, kassameistari. Niðast frá vinstru: Bergur Arnbjarnarson Dalsgarð, næstformaður. Gunnvá Gaard, nevndarlimur. Eyðgerð Mørkøre Kruse, forkvinna. Bárður Ísheim, nevndarlimur í farloyvi. Bjørk Sigurdsdóttir Lamhauge, tiltakslimur, væntar á myndini.
Nevndin, sum hon er sett saman nú, hevur virkað í gott eitt ár. Áleið 10 fundir eru árliga, umframt tveir arbeiðsdagar. Í nevndini eru fimm nevndarlimir og tveir tiltakslimir. Nevndarlimirnir verða valdir fyri tvey ár og tiltakslimirnir verða valdir fyri eitt ár í senn. Nevndararbeiðið er sjálvboðið. Í ár standa fýra nenvdarlimir fyri vali. Nenvdin hevur sett eina serliga nevnd, tilvísingarnevndin, sum tekur sær av at tryggja, at skikkaði umboð eru til valið. Í tilvísingarnevndini sita rutnieraðar Amnestysálir: Annika Sølvará, Jacoba Kruse og Elin Mortensen. Ynskiligt er at varveita fjølbroytni í nevndini bæði ímun til kyn, aldur, uppruna, áhuga, religión og annað. Fjølbroytni gevur best úrslit og tryggjar, at limir okkara kenna seg umboðaðar. Vit vænta av okkara nevndarlimum, at tey hava stundir til ásettar fundir, hava møguleka at luttaka á altjóða fundum og at tey sjálvandi brenna fyri mannarættindum. Hevur tú hug at gerast nevndarlimur, fært tú samband við bólkin umvegis skrivstovuna. Øll eru hjartaliga vælkomin at venda sær við fleiri spurningum ella ivamálum av onkrum slag.

 

Eisini ber til at tekna seg í arbeiðsbólkin hjá Amnesty Ung. Tey eru at finna á instagram og á facebook, men eisini umvegis teldupost ung@amnesty.fo ella skrivstovuna. Ungdómsbólkurin hevur regluligar fundir á skrivstovuni, og tey skipa fyri ymiskum tiltøkum, umframt eru okkara drívmegi og andlit á festivalum – eitt nú G! Á myndini eru Bjørk Sigurdsdóttir Lamhauge og Gwendolyn Blaga Philbrow, báðar aktivar í Amnesty Ung. Umframt er Bjørk eisini nevndarlimur í nevndini.

Skrivstovan