Emma Holten kemur til Føroya 16. apríl

Emma Holten kemur til Føroya 16. apríl

Danski debattørurin Emma Holten gjørdist heimskend, tá hon alment fortaldi sína søgu um, hvussu privatar nakinmyndir vórðu stolnar frá henni og lagdar á netið.

16. apríl vitjar Emma Holten í Føroyum sum liður í átaki hjá Amnesty um kynsligt samtykki og neyðtøkur. Tiltakið byrjar kl. 19.30 í Perluni í Havn. Súni Poulsen, sálarfrøðingur, fer at halda upplegg.

Sum ein part av arbeiðinum við at bøta um umstøðurnar hjá neyðtøkuofrum í Føroyum hevur Amnesty saman við m.a. Sig frá-verkætlanini hjá Almannaráðnum gjørt av at varpa ljós á hugtakið “samtykki” í mun til kynslív. Tað ljóðar so einfalt at siga “mín kroppur, míni rættindi” ella “eitt nei er eitt nei”, men tað vísir seg at vera nógvar støður, har tað als ikki er so lætt at samskifta um, hvørt talan er um sínamillum samtykki til kynsligt samband ella ikki. Hvør hevur ábyrgdina at tryggja samtykki, hvussu gevur tú samtykki, og hvussu fært tú samtykki? Hetta hava vit sett okkum fyri at rópa nógv harðari um, og henda 8. mars 2016 nýta vit høvi at bjóða viðkomadi pørtum uppí. Øll eru vælkomin at bjóða seg fram at stuðla átakinum og tryggja, at boðskapurin kemur út: Stovnar, skúlar, pedagogar, lærarar, kommunur og onnur áhugað.

Hvat er samtykki á netinum?

Danska Emma Holten gjørdist heimskend, tá hon sjálvboðin legði gerandismyndir út á netið, har hon er toppleys. Hetta var eitt aftursvar uppá eitt sokallað “hevndarpornoálop”, har onkur ókendur stjól sær atgongd til privatar nakinmyndir av Emmu og legði hesar út á alnótina. Ein slík gerð fær onga vend, og Emma Holten fer ongantíð at fáa hesar myndir av netinum. Tær eru og verða í umferð, og øll við atgongd til alnótina kunnu hyggja eftir myndunum. Við aftursvarinum ynksti Emma at varpa ljós á stóra trupulleikan við samtykki, sum eisini er viðkomandi í digitala heiminum. Emma Holten vísir á, at duga vit ikki at umsita orðið samtykki í tí veruliga lívinum, so stendur enn verri til í digitala heiminum, sum er vorðin er alarmerandi stórur partur av lívinum hjá ungum fólki í dag. Hoyr Emmu greiða frá, hví hon svaraði aftur her.

Á almennum tiltaki tann 16. apríl kemur Emma Holten til Føroya at luttaka á áhugaverdum tiltaki um samtykki. Emma Holten fer at tosa um samtykki og hví tað er so avgerandi, at vit hava møguleika at seta okkara egnu mørk – eisini á netinum. Ætlanin er at fáa ung at møta upp, og tí verða karmarnir ungdómsvinarligir, og ungdómspanel verður eisini á skránni.

63% halda, at kvinnan sjálv hevur eina ábyrgd

Í samband við fyribyrgjandi SSP (Skúli, Sosialir myndugleikar og Politi) dagarnar fyri 7. flokkar, spurdi Amnesty 270 næmingar í 7. flokki ein spurning um samtykki.

Vit vístu fyrst næmingunum eitt stutt filmsbrot, har ein genta fer inn í eitt kamar við einum drongi. Og so settu vit teimum 270 næmingunum spurningin:

“um hetta kvøldið endar við eini neyðtøku (t.e. kynslig samvera ímóti egnum vilja), hevur gentan so eina ábyrgd, tí hon fór inn í kamarið við dronginum?”.

Svarbýtið varð ikki óvæntað, men úrslitið er álvarsamt, og svarini bera boð um ein grundleggjandi hugburð, sum valdar ímillum okkum. Ein hugburð um, at gentur og kvinnur sjálvar hava ábyrgd, tá tær eru fyri einum av álvarsamastu brotsgerðum, sum hevur álvarsamar avleiðingar bæði kropsliga og sálarliga. Svarini vístu, at ein stórur meiraluti meinar, at gentan hevur ábyrgd (63%), meðan bert 23% meina, at gentan er uttan ábyrgd (23%). Síðani er tað ein bólkur, sum ikki veit (14%) (Sí fleiri úrslit á síðu 3). Á hesum tiltakinum fyri 7. flokkar høvdu vit góða tíð at umrøða evnið og støðuna, og vónandi vóru tey fleiri, sum eftir uppleggið vistu, at rætta svarið uppá spurningin sjálvsagt er, at hendan gentan ikki skal ábyrgdast fyri neyðtøku, hóast hon fór inn í kamarið. Tað hevur týdning at staðfesta júst hetta, tí veruleikin er, at gentur og kvinnur leggja skuld og skomm á seg sjálvar, og hetta gevur teimum minni sjálvsálit til at krevja eitt nei, tá tær meina nei.