Vit mugu lóggeva samsvarandi okkara felags menniskjaligheit og virði 

Vit mugu lóggeva samsvarandi okkara felags menniskjaligheit og virði

Vit hava samtykt og staðfest, at samkynd hava sama virði sum øll onnur í samfelagnum. Vit hava eisini viðurkent, at fólk ikki eiga at vera fyri mismuni vegna kynsliga orientering. Og hyggja vit út gjøgnum vindeygað, kunnu vit staðfesta, at samkynt parlag er ein partur av veruleikanum í okkara samfelag í dag.

Hetta eiga lógir okkara at endurspegla, tí lógir okkara skulu verja okkum øll. Um lógir okkara ikki fevna um ávísar bólkar í samfelagnum, eru hesir uttan fyri lógina.

Eitt av aðalmálunum hjá Amnesty International er at stríðast ímóti mismuni Tí vil felagsskapurin nýta høvið at minna á, at Føroyar sambært ST-sáttmálanum um borgarlig og politisk rættindi (ICCPR) hava bundið seg til at liva upp til grein 26 um, at:

”Øll menniskju er jøvn fyri lógini og hava rætt til somu lógarvernd uttan nakran mismun av nøkrum slag. Lógin skal tí forbjóða øllum mismuni og tryggja øllum javna og munagóða vernd fyri mismuni av nakrari orsøk, undir hesum ættarslag, húðarliti, kyni, átrúnað, politiskari ella aðrari áskoðan, tjóðaruppruna ella sosialum uppruna, ognarviðurskiftum, føðing ella aðrari støðu.”

Somu rættindi eru ásett í tí evropeiska mannarættindasáttmálanum, sum Føroya løgting somuleiðis hevur bundið seg til. Og í tí seinastu eftirmetingini av mannarættindastøðuni í Føroyum í januar 2016 vóru boðini til okkara, at vit hava skyldu at javnseta allar borgarar, tá um borgarlig rættindini ræður.

Í løtuni fáa samkynd pør, sum hava valt at liva saman, ikki somu borgarligu rættindi og skyldur sum hinskynd á annan hátt enn um hjúnabandslógina ella aðra sambæriliga lóg. Talan er um grundleggjandi rættindi og skyldur við atliti at eitt nú uppihaldi, arvi og skatti, og vilja vit tryggja full javnrættindi, er upplagt at broyta hjúnabandslógina. Tí heitir Amnesty á Føroya løgting um at bera so í bandi, at hjúnabandslógin verður broytt, so at hon eisini fevnir um hjúnaband millum tvey av sama kyni. Hesum arbeiðir Amnesty fyri um allan heim, hetta er í sambæri við altjóða mannarættindi, og hetta tekur ikki frælsi ella rættindi frá nøkrum.

Amnesty heldur, at øll lond eiga at gevast við at gera mismun í lógum um hjúnaband. Allar familjur skulu hava somu lógarverju. Hetta skal prógva, at vit ikki bara rúma okkara ymiskleikum, men eisini lóggeva samsvarandi okkara felags menniskjaligheit og virði heldur enn okkara ymiskleika.

“Vit eru øll fødd fræls og javnlík. Vit hava øll okkara egnu hugsjónir og hugsanir. Vit áttu øll at verið viðfarin á sama hátt.“

Soleiðis byrjar Heimsyvirlýsingin um mannarættindi frá 1948, og uppgávan hjá okkum – ættarlið um ættarlið – er at endurskapa endamálið við hesum orðum, so tey hóska til skiftandi tíðir.

Amnesty International Føroya Deild
Mars 2016