HEIMSINS BESTA SUMMARARBEIÐIÐ – Endurlýsing

Amnesty søkir starvsfólk til ”ANDLIT TIL ANDLITS” limaátak 2017

ANDLIT

Amnesty International Føroya Deild, fer aftur í ár undir limaátakið: ”Andlit til andlits”, har vit senda fólk út á gøturnar at finna nýggjar stuðlar og limir; Høvuðusuppgávan er at tosa við fólk úti á gøtuni. Harafturat fevnir ein partur av uppgávuni seg eisini um at ringja út til limir og at arbeiða við limadatabasa. Vit sóknast í hesum sambandi eftir fólki eldri enn 18 ár, at umboða Amnesty.

FØRLEIKI

Vit sóknast eftir fólki, sum er áhugað í mannarættindum, og sum taka undir við arbeiðinum hjá Amnesty International. Tað er somuleiðis neyðugt, at viðkomandi er opin og fyrikomandi og dámar at tosa við fólk.

TÍÐ OG STAÐ

Arbeiðið fer í høvuðsheitum fram í Tórshavn, men farið verður eisini út um landið. Vit arbeiða millum 4-6 tímar um dagin í tíðarskeiðinum 26. juni til 22. juli. Møguleiki er fyri at arbeiða ein part av tíðarskeiðinum.

Umsóknarfreistin er 21. APRÍL. Umsóknin skal sendast til starv@amnesty.fo.

LØN

lønin er 123,09 kr. um tíman. Lønin verður útgoldin 14. hvønn dag (afturúr). Umframt løn verða goldin 12% í frítíðarløn.

SAMBAND VIÐ AMNESTY

Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Elsu Wraae á telefon 235819 ella um teldupost elsa@amnesty.fo.