GÓÐ TÍÐINDI 2017

Nú árið 2017 er farið framvið, kunnu vit fegnast um nógvar sigrar. Uttan okkara limir og stuðlar hevði einki av hesum borið til. Tí vilja vit fegin luta sigrarnar við tykkum. Sigrar, sum vísa, at tykkara íkast ger stóran mun hjá sera nógvum fólkum í tí veruliga heiminum.

HÆGSTIRÆTTUR Í ARKANSAS STEÐGAR AVRÆTTING

62 ára gamli Jack Greene skuldi avrættast tann 9. novembur. Men bara tveir dagar undan avrættingardegnum avlýsti tann amerikanski staturin Arkansas avrættingina.

TATAR-LEIÐARAR AV KRIM LEYSLATNIR

Teir báðir tatarisku leiðararnir av Krim, Ilmi Umerov og Akhtem Chiygoz, blivu báðir dømdir fongsulsrevsing av tí veruliga stýrinum á hálvoynni, sum er undir russiskum ræði. Men nú eru teir loksins frælsir í Ukraina.

 

SIGUR! ERKIN MUSAEV LEYSLATIN FYRI TÍÐ

Erkin Musaev, fyrrverandi usbekiskt stjórnarstarvsfólk og ST-starvsfólk, sum bleiv píndur og órættvíst fongslaður, er leyslatin fyri tíð. Hann sendir øllum limum og stuðlum hjá Amnesty sína hjartans tøkk.

 

MUDAWI DOKTARI LEYSLATIN EFTIR ÁTTA MÁNAÐIR Í FONGSLI

Eitt tað fremsta mannarættindastríðsfólkið í Sudan, Mudawi Ibrahim Adam, er eftir átta mánaðir í fongsli leyslatið og aftur hjá familjuni.

 

KILI HAVNAR FULLKOMNUM FOSTURTØKUBANNI

Í Kili, sum var eitt av fáum londum í heiminum við fullkomnum fosturtøkubanni, hevur tingið nú samtykt at avkriminalisera fosturtøku.

 

PEYMAN BJARGAÐUR FRÁ AVRÆTTING

Trýsti frá Amnesty International fyri at takka er tann deyðadømdi Peyman Barandah nú bjargaður. Takk, øll tit, sum skrivaðu undir!

QIN CHAO LEYSLATIN

Sum tann síðsta av teimum seks handtiknu borgaramiðlafólkunum er Qin Chao nú loksins leyslatin. Hon bleiv upprunaliga handtikin fyri at hava havt ætlanir um at siga frá mótmælistiltøkum í sambandi við G20-toppfundin í Hangzhou í Kina.

 

ENDURGJALD EIGUR AT HAVA VIÐ SÆR, AT FLÓTTAFÓLK VERÐA ENDURHÝST

Við eini søguligari semju fáa 2000 flóttafólk og flytandi, sum avstralskir myndugleikar hava hildið aftur á oyggjunum Nauru og Manus undir umstøðum, sum minna um píning, 352 milliónir krónur í endurgjaldi. Ein týdningarmikil sigur, sum tó eigur at hava við sær, at flóttafólkini verða endurhýst, heldur Amnesty.

 

TAIVAN FER AT LOYVA SAMKYNDUM AT GIFTAST

Grundlógardómstólurin í Taivan hevur givið politikarunum í landinum tvey ár at broyta lóggávuna, so at hjúnaband millum tvey av sama kyni verður lógligt.

 

DÓMSTÓLUR Í KENJA GEVUR UPPRUNAFÓLKI NÝGGJA VÓN

Eftir kúgan og tvingsilsflytingar í nógv ár hevur Tann afrikanski mannarættindadómstólurin staðfest, at Ogiek-fólkið í Kenja hevur rætt til sítt upprunaliga øki.

 

CHELSEA MANNING ER LEYSLATIN

Tann fyrrverandi fregnargreinarin Chelsea Manning bleiv í 2013 dømd 35 ára fongsul. Í 2010 lak hon hernaðarupplýsingar til WikiLeaks. Amnesty savnaði 241.289 undirskriftir og brøv við áheitanum um at sleppa henni leysari. Nú er hon leyslatin.

 

NÝGGJ LÓG GER LÍVIÐ TRYGGARI HJÁ FÓLKI VIÐ ALBINISMU

Tann nýggja lógin og fleiri aðrir batar skulu tryggja, at fólkajagstranin heldur uppat. Batarnir eru framdir eftir trýst frá Amnesty International.

MEKSIKO: NÝGGJ OG BETRAÐ LÓG UM PÍNING

Tann meksikanska kongressin samtykti tann 19. apríl eina nýggja og betraða píningarlóg, sum m.a. fer at betra um viðurskiftini hjá teimum, sum hava kent píning á egnum kroppi. Lógin er ikki fullkomin, men eitt týðandi fet tann rætta vegin og í nógv betri samsvari við altóðja lóg.

 

ARGENTINA: BELÉN FRÍKEND

I mars 2014 fekk hon óviljað fosturtøku í 22. viku. Seinni bleiv hon handtikin og ákærd fyri morð á fostrið.