GEVIÐ UPPSKOTINUM UM LØGFRØÐILIGT KYNSSKIFTI EINA VIRÐILIGA OG JALIGA VIÐGERÐ!

Amnesty Føroyar hevur í samband við tingfundin í dag 20. sep. heitt á løgtingslimirnar um at tryggja uppskotinum á skrá um løgfrøðiligt kynsskifti eina virðiliga og jaliga viðgerð, so at Føroyar sum land alment viðurkenna, at ein kvinna sum Annika Samuelsen hevur stórt virði fyri Føroyar, og at Føroyar eru eitt sterkari samfelag, tá ið tvørkyndir føroyingar kunnu kenna seg heima og viðurkendar, sum teir eru.

Í øllum samfeløgum valda kynsnormar, sum staðfesta ”hóskandi” atburð hjá einum manni og eini kvinnu. Normarnir eru ymiskir úr einum samfelag í annað og broytast eisini við tíðini. Men einstaklingar, sum ikki rúmast í kassunum, og sum ditta sær at bróta tey ósjónligu mørkini, eru ofta stigmatiseraðir og fyri mismuni. Tíverri eru eisini fleiri dømi um, at hesir einstaklingar eru fyri grovum harðskapi.

Í 2014 gjørdi Amnesty eina altjóða frágreiðing*, sum lýsti brot á rættindini hjá tvørkyndum. Listin var langur og taldi brot á rættin til privatlív, rættin at vera javnsettur fyri lógini, rættin til heilsu og sálarheilsu og rættin til eitt lív uttan mismun.

”TÁ IÐ FÓLK SÍGGJA MEG UTTAN PASS, SO SÍGGJA TEY EINA KVINNU. MEN SO SKJÓTT TEY SÍGGJA PASSIÐ, SO VERÐI EG ÓMENNISKJAGJØRD,” SEGÐI ANNIKA SAMUELSEN VIÐ SOSIALIN Í AUGUST Í ÁR.

Í allarflestu londum fáa borgararnir føðibræv, persónstal ella annað samleikaprógv, sum staðfestir teirra kyn. Tað ásetta kynið fylgir teimum so alt lívið og hevur stóra ávirkan á, hvussu teir verða flokkaðir, og hvussu umheimurin møtir teimum. Men júst henda ásetingin er til stóran ampa fyri tvørkynd, sum ikki kenna seg aftur í tí ásetta kyninum. Tey mugu annaðhvørt kúga sín kynssamleika fyri at laga seg eftir samfelagsnormunum ella halda fast í honum, men lata sær stóran mismun og misálit lynda frá samfelagnum, tey búgva í.

Hesi seinnu árini hava fleiri evropeisk lond framt lógarbroytingar, sum geva tvørkyndum møguleikan at skifta kyn løgfrøðiliga, soleiðis at tey kunnu verða skrásett og fáa samleikaprógv samsvarandi egnari fatan av egnum kyni. Millum hesi londini teljast Danmark, Holland, Spania, Norra, Írland, Malta, Portugal og Svøríki.

Fáa føroysk tvørkynd møguleikan fyri løgfrøðiligum kynsskifti, sleppa tey í gerandislívinum at liva og virka í samsvari við tað, tey eru.

*Leinkja til frágreiðing frá 4. feb 2014: “THE STATE DECIDES WHO I AM – Lack of legal gender recognition for transgender people in Europe”. Frágreiðingin lýsir løgfrøðiligt kynsskifti og tey rættindabrot, sum tvørkynd uppliva í sjey ymiksum evropeiskum londum (G.G. lóggávan í Danmark varð broytt eftir hetta tann 1. september 2014.)