“Eg kom einsamøll, og eg vil klára meg sjálva!”

Hesin tekstur er leysliga umsettur úr grein úr íslendska Fréttablaðnum:

“Onkuntíð, tá eg hugsi um fortíðina, so fari eg at ivast í mær sjálvari og øllum tí, sum er hent. Onkuntíð føli eg tað sum um, at mítt lív ikki kann vera satt. Eg vakni um morgunin, og eg spyrji meg sjálva, um tað veruliga kann passa, at eg eri á veg í skúla, og at eg búgvi hjá míni íslendsku familju, sum eg eri so glað fyri. Kann tað vera satt?”

Kom til Íslands sum 16 ára gomul

Najmo Cumar Fiyasko er 20 ára gomul. Hom kom einsamøll til Íslands, tá hon var 16 ára gomul eftir eina trý ára langa ferð úr heimlandi sínum. Hon flýddi úr Somalia frá einum tvungnum hjúnabandi bert 13 ára gomul.

Leggur video á netið fyri at geva øðrum gentur íblástur

Najmo brúkar sosialar miðlar fyri at eggja ungum frá Somalia at ogna sær vitan. Hon leggur m.a  filmsupptøkur út á youtube, sum hon vónar skulu fáa ung í Somalia at leita sær vitan á netinum um teirra rættindi. Hon hevur eina síðu á facebook og eina á youtube: Her eru leinkjur til síðurnar: FACEBOOK og YouTube. Alt, sum Najmo leggur út, er á somalskum, tí hon ynskir at gentir og dreingir úr Somalia skulu fáa vitan um síni rættindi. Hon sigur, at hon er ein av teimum fyrstu, sum torir at leggja innsløg út á sosialar miðlar, har hon finst at átrúnaðarligu og mentanarligu siðvenjunum sum halda gentum og kvinnum niðri. Hon hevur nógvar fylgjarar – eisini úr Somalia.

Hóast Najmo er nøgd við sítt lív í Íslandi, so heldur hon ikki, at børn og ung, sum koma til Íslands fáa nøktandi kunning um teirra rættindi. Og hon heldur, at børn, sum koma til Íslands, beinanvegin eiga at fáa atgongd til skúla og útbúgvingarmøguleikar. Somuleiðis er tað týdningarmikið at fáa kunning um mentanina. Hetta vísti seg at vera avgerandi, tá hon kom til sína fyrstu stuðulsfamilju, har hon búði í 10 mánaðir.

Avbjóðandi at búgva saman við eini familju

“Eg hevði ongantíð búð hjá nøkrum fremmandum áður. Eg tosaði bert somalisk og eitt lítið sendur av enskum. Eg dugdi at siga mítt navn, aldur og ikki nógv afturat”, sigur Najmo.

“Eg kom til eina fosturfamilju, har eg búði í eini 10 mánaðir, men tað var ógvuliga trupult hjá mær, tí eg hevði ikki búð saman við nøkrum síðani eg var 11 ára gomul. Í 5 ár hevði eg einsamøll stríðst fyri mínum rættindum og fyri mínum lívið. Og eg hevði sjálv avgjørt, hvat var rætt og hvat var skeivt.”

Najmo flýddi einsamøllúr Somalia, og tað var trupult knappliga at lata onkran annan hava ábyrgd av sær og vegleiða seg, soleiðis sum foreldur føla, at tey eiga at gera.

“Eg fór inn í meg sjálva, og tað var trupult at fáa familjulívið at rigga. Tá fosturomma mín spurdi meg, hvar eg fór ella hvønn eg tosaði við, so var tað trupult hjá mær at góðtaka. Eg føldi, at eg eri komin er einsamøll, og eg skal klára meg sjálva”, sigur Najmo og flennur.

Hevði ynkst, at hon lærdi íslendskt fyrst

Najmo hevði ynskt, at hon lærdi íslendsk, áðrenn hon lærdi enkst. Eftir fýra ár í íslandi, dugir hon nú íslendskt, men enkst fellur lættari.

“Um eg lærdi íslendskt fyrst, so vænti eg, at eg hevði brúkt íslendskt beinanvegin í skúlanum. Tá mann hevur eitt annað mál, sum t.d. enkst, so nýtist mann ikki at brúka íslendskt í gerandisdegnum.”

Najmo heldur eisini, at tað kundi verið gjørt meira fyri at læra um íslendska mentan og siðvenju.

“Eg hevði ynkst, at eg hevði verið í einum bólki, har eg hitti fólk í somu støðu, sum eg. Eg hitti ongantíð nakað annað flóttafólk. Eg hitti íslendingar og fólk úr Somalia, sum vórðu flutt higar.”

Óttast trygdina hjá familjuni heima í Somalia

Tá Najmo kom til Íslands, dugdi hon ikki at greiða síni fyrstu forsturfamilju frá, hvussu hon hevði tað.

“Eg dugdi ikki at tosa við hana (mína ommu), og tá hon kom til mín, segði eg bara, at eg havi tað fínt. Eg dugdi ikki at greiða frá, hvat eg hugsaði og føldi. Eg dugdi ikki at tosa um mínar trupulleikar. Um eg dugdi betur íslendskt og hevði betur innlit í íslendska mentan og siðvenju, so hevði eg møguliga duga betur at tosa við mína fyrstu fosturfamilju.”

Í Somalia hevur Najmo eina mammu og átta syskin. Men pápin er deyður. Hóast hon hevur tað trygt í Íslandi, so hugsar hon nógv um Somalia, og hon hoyrir dagliga um eksplosiónir, deyða og morð í tíðindunum.

“Tá eg eri í skúla í Íslandi, eru tankar mínir framvegis í Somalia. Tá onkur ringir til mín úr Somalia, hugsi eg, sum tað fyrsta: hvør er deyður?” sigur Najmo álvarsom.

Børn fáa ikki nøktandi vitan um teirra rættindi

Stutt eftir at Najmo kom til Íslands í 2014 spurdi hon, um tað var møguliga at fáa familju sína til Íslands. Sambært lógini eru tað ávíst rættindi til børn undir 18 ár, og onnur til flóttafólk, sum eru 18 ár og eldri.

Men Najmo fekk ikki nøktandi kunning um hesi rættindi fyrr enn hon var blivin 18 ár, hóast hon beinanvegin royndi, og hóast hon var 16 ár, tá hon kom. Ikki fyrr enn hon hevði lært seg nóg væl íslendskt, var hon før fyri at kanna hesi viðurskifti meira gjølla. Men tá var tað ov seint, og møguleikarnir fyri familjusameining vóru farnir.

Flýddi frá einum tvungnum hjúnabandi sum 13 ára gomul

“Tá eg kom til Íslands hevði eg verið á eini langari ferð. Og tað einasta eg hugsaði var, hvussu komi eg víðari. Tá eg kom til Íslands var tað fyrstu ferð, at eg enduliga kendi meg heima. At eg enduliga hevði okkurt, sum eg kundi gera.

Hon er tó ógvuliga stúrin um síni syskin í Somalia og ynskir, at tey fáa somu møguleikar sum hon. Systur Najmo er t.d. gift við einum eldri manni. Tað bleiv hon, tá hon var 13 ára gomul, og tað var júst hendan lagnan, sum bíðaði Najmo, tá hon valdi at flýggja.

“Pápi mín varð myrdur í 2009, tá eg var 11 ára gomul, og eftir eina tíð skuldi eg giftast burtur við einum familjulimi, sum var 32 ár”,

Soleiðis greiðir Najmo frá, tá hon skal fortelja um, hvussu hennara ferð til Íslands byrjaði.

“Sambært somalskari mentan er tað soleiðis, at um pápin í familjuni doyr, og børnini ikki eru vaksin, so má beiggi pápan taka yvir,”

Pápabeiggi Najmo vildi gifta hana burtur. Hann førdi hana til ein annan bý, har hon skuldi giftast við einum, sum var meira enn tvífalt so gamal, sum hon.

Hetta loyvir mentanin í Somalia, men hetta vildi eg ikki, so eg flýddi til Mogadishu. Har var eg særd og mátti á sjúkrahús.

Najmo hevur framvegis arr á beininum, sum hon fekk í eini eksplosión. Í Somalia verða familjulimir fráboðaðir, tá onkur endar á sjúkrahúsinum, tí tey skulu vátta, at tey vilja gjalda. Pápabeiggi hennara fann hana tí á sjúkrahúsinum, eftir at hon hevði goymt seg í høvuðstaðnum í nærum tvey ár. Hann skeldaði hana, og ætlaði at taka hana við sær aftur til sama bý og mann, sum hon flýddi frá, men stóribeiggi hennara og aðrir familjulimir hjálptu henni út úr landinum.

Visti ikki, at aldurin skuldi staðfestast

Síðani kom Najmo til Sudan.

“Har kundi eg ikki vera leingi, tí tað er ógvuliga trupult at var í einum landi uttan nøkur útlit fyri eini framtíð.”

Úr Sudan megnaði Najmo at hekta seg uppá ein bólk, sum fór norður ígjøgnum Sahara til Libia, og higani víðari til Malta. Ferðin var long og ógvuliga trupul. Í bólkinum vóru gentur niður í 7 ár og kvinnur, sum vóru við barn. Men eftir eina langa ferð kom hon til Íslands, har hon søkti um friðskjól.

Tá hon kom til landið varð hon send til eina læknakanning, har hon m.a. skuldi til tannlækna. Hetta er ein háttur, sum er fyri nógvum atfinningum. Eva Bjarnadóttir umboðandi UNICEF, hevur sagt við Fráttablaðið, at tað hevur stóran týdning, at børn verða spurd, áðrenn slíkar kanningar verða gjørdar.

Najmo hevur ikki nakra ávísa meining um júst hetta, men hon staðfestir, at hon ikki skilti, hvat tey kannaðu. Hon helt bara, at tey vildu vita, um hon var frísk, men veit nú, at tey kannaðu hennara aldur.

Najmo ynskir at hyggja frameftir og ætlar sær at lesa sosiologi, samfelagsfrøði og kynjafrøði.

Leggur video á netið fyri at geva øðrum gentur íblástur

Najmo er glað fyri sítt lív í Íslandi, men hon heldur tað vera ringt at hoyra um støðuna heima í Somalia.

“Eg eri glað fyri at vera í Íslandi, men eg fái ilt í hjarta, tá eg hoyri, at tað, sum er hent mær, framvegis hendir fyri so nógvar gentir í Somalia.”

“Onkuntíð, tá eg hugsi um fortíðina, so fari eg at ivast í mær sjálvari og øllum tí, sum er hent. Onkuntíð føli eg tað sum um, at mítt lív ikki kann vera satt. Eg vakni um morgunin, og eg spyri meg sjálva, um tað veruliga kann passa, at eg eri á veg í skúla, og at eg búgvi hjá míni familju, sum eg eri so glað fyri. Kann tað vera satt?”

Úr frágreiðing hjá UNICEF:

Ein frá greiðing hjá UNICEF vísti, at einki av norðurlendsku londunum tryggjar børnum ta altjóðu verjuna, sum tey hava rætt til. Najmo Fiyasko kom til Íslands við einum báti, tá hon var 16 ára gomul. Hon kennir seg væl í Íslandi, men sigur, at fleiri flóttabørn hava tørv á meira enn Ísland bjóðar. Frágreiðingin hjá UNICEP um menniskjarættindini hjá børnum, sum søkja sær altjóða verju kastar ein gráan skugga á støðuna hjá flóttabørnum í norðurlendsku londunum.

Frágreiðingin vísir, at eingi norðurlendsk lond tryggja børnum tey rættindini sum Barnarættindasáttmálin staðfestir. Hetta hevur Fréttablaðið eisini víst á í samrøðu við Evu Bjarnadóttir, sum er umboð frá UNICEF, sum segði, at tað eisini í Íslandi er tørvur á at betra munandi um tey rættindini, sum børn eru tryggja við lóg.

Leinkja til  íslendsku greinina í Fréttablaðnum, sum hesin tekstur leystliga er umsettur úr: HER