Í dag gleðast vit enduliga um einar meira rættvísar, rúmligar og litfagrar Føroyar

Mynd: Hanna Vang

Nú hava allir borgarar í Føroyum lógartryggjaði rættindi til borgarliga vígslu. Samstundis sum kirkja og samkomur varðveita sítt trúarfrælsi til sjálvar at gera av, hvørt borgarliga vígd hins- ella samkynd verða vælsignað.

Hetta er gott og sterkt, tí harvið hava vit tryggja javnrættindi fyri ein minnilutabólk, samstundis sum trúarfrælsið er varðveitt.

TAKK TIL TYKKUM ØLL

Amnesty vil nýta høvi at takka øllum tykkum, sum hava lagt so stóra orku í hetta mál. Og tit eru nógv frá avvarðandi til felagsskapin LGBT til luttøkufólk í Faroe Pride og serliga tit 18 løgtingsfólk, sum hava greitt jaliga atkvøðu í dag, og til uppskotsstillarnar, sum hava víst dirvi og gingið á odda í hesum máli.

Í dag gleðast vit enduliga um einar meira rættvísar, rúmligar og litfagrar Føroyar.

AT VERA TIL! SUM EIN TIL!

Og sjálvsagt skulu vit hoyra sangin hjá Kára Jacobsen og Lindu Andrews, sum gjørdu sangin til fløguna Fræls og Javnlík hjá Amnesty frá 2011, í dag.

At vera til (Linda Andrews & Kári Jacobsen) from LGBT Foroyar on Vimeo.

Blómur so ymsar á liti
hava allar uppiborið lív
summar kunnu ikki spretta
og elska og liva frítt
teir løgdu reipið um hálsin
hann varð hongdur fyri kærleika sín.

At vera til
sum ein vil
liva trúgva hugsa elska
sum ein vil.

Tey søgdu hon skuldi revsast
fyri sína syndargerð
tá fyrsti steinurin rakti
ynskti hon seg úr hesi verð
tað einasta sum hon vildi
var tað sama sum tú og eg.

At vera til
sum ein vil
liva trúgva hugsa elska
sum ein vil.

Endaleysur, nýføddur grátur
mannabørn borin í heim
summi til kúgan og harðskap
onnur til frælsi og frið.
Endaleysur, nýføddur grátur
mannabørn borin í heim
einaferð kemur ein dagur
har øll hava frælsi og frið.

At vera til
sum ein vil
liva trúgva hugsa elska
sum ein vil.