SAMTYKKI

SAMSTARV UM SAMTYKKI

Tað eru Amnesty International, Føroya Politi, Fólkaheilsuráðið og Sig frá/Almannamálaráðið, sum í felag skipa fyri átøkunum um SAMTYKKI.

Endamálið er at varpa ljós á samtykki og okkara kropp – eisini í digitala heiminum.

Við átøkunum leggja vit upp til, at øll – ung og gomul – gerast meira tilvita um mørk og kropslig rættindi. Hvar ganga mørkini, hvussu seta vit tey, og hvussu virða vit rættin hjá okkara medmenniskjum til at seta egin mørk. Eisini á netinum.

2019:

SEX KREVUR (framvegis) SAMTYKKI

– les meira um átkið her!

2018:

VER EIN HETJA – steðga haturstalu

– les meira um átakið her!

2017:

MYND KREVUR SAMTYKKI

– les meira um átakið her!

2016:

SEX KREVUR SAMTYKKI

– les meira um átakið her!

Átøkini eru skipað soleiðis, at stórar plakatir verða hongdar upp kring landið. Tær verða at síggja við ítróttarøki, við buss steðgistøð og onnur støð, har nógv fólk koma.

Facebook

Á Facebook síðuni http://www.facebook.com/SAMTYKKI og øðrum talgildum miðlum verða stuttir lýsingarfilmar at síggja, har ungfólk siga frá.

#samtykki

Harumframt heita vit á fólk um at brúka hashtaggið #samtykki.
/Amnesty International, Fólkaheilsuráðið, Føroya Politi og Almannamálaráðið