Ársaðalfundur og gerandisaktivisma!

Hósdagin 19.apríl kl 17 hevur Amnesty International Føroyar ársaðalfund. Skrá sambært viðtøkum felagssins. Ársfrágreiðing og roknskapur verða løgd fram, umframt verður val og aftaná fundin eitt lítið ábit og ein kaffimunnur. Seinni um kvøldið skipa Amnesty Ung fyri tiltakinum “Býr ein gerandisaktivstur í tær”, sum er tiltak um aktivismu, um at vera íðin og virkin. Eitt tiltak at kveikja ung sum eldri og tey mitt ímillum, til at vera við í stríðinum, um at standa ímóti órætti og at krevja rættvísi.

Vit vóna at síggja nógvar av okkara trúgvu limum, umframt nýggj andlit, bæði til fund og tiltak.

Við Amnesty kvøðu,

nevnd og skrivstova