Amnesty heiðrar ungar aktivistar

Í dag hevur Amnesty International latið árliga heiðurslønina hjá felagsskapinum “The Ambassador of Conscience Award” til Gretu Thunberg og “Fridays for Furture” sum er rørslan handan verðurlagsverkføllini kring heimin.

Amnesty International stuðlar ungu røddunum og teirra rættindum til at gera sína rødd galdandi. Tí tey ungu skulu ikki vera framtíðar leiðarar, tey skulu verða leiðarar her og nú. Vit skulu lurta eftir ungu røddunum og taka tær í álvara.

“The Ambassador of Conscience Award” er ein heiður, sum verður latin til einstaklingar ella bólkar, sum hava gingið undan og víst serligt dirvi at verja menniskju og rættindi teirra.

“Eg kann ikki hugsa mær nakran annan at móttaka hendan heiður í 2019, enn júst Gretu Thunberg og “Fridays for Future”, sum er rørslan handan verðurlagsverkføllini kring heimin,” sigur Kumi Naidoo, Altjóða aðalskrivar hjá Amnesty International.

Heiðurslønin hjá Amnesty International varð fyrstu ferð givin í 2002. Onnur, sum hava móttikið hendan heiður eru Nelson Mandela, Malala Yousafzai, Harry Belafonte, Ai Weiwei, Alicia Keys og Colin Kaepernick.

Amnesty heiðrar ungum aktivistum