Altjóða ársfrágreiðingin hjá Amnesty International 2016/17:

Hatskur retorikkur setur politisku dagskránna

’The State of the World’s Human Rights’, er heitið á ársfrágreiðingini, sum er mest umfatandi greiningin av mannarættindastøðuni kring heimin. Í frágreiðingini verður ljós varpað á mannarættindastøðuna í 159 londum. Niðurstøðan er, at hatskur retorikkur setur í løtuni politisku dagskránna í Evropa, USA og í øðrum pørtum av heiminum. Og hesin “vit ímóti teimum” retorikkur er vandamikil og minnir okkum á eina døkka fortíð.

Sambært Amnesty International var 2016 árið, har tað var “vit ímóti teimum”. Tað var árið, tá leiðarar skýrdu ávísar bólkar at vera ein hóttan ímóti tjóðunum. Um hetta rákið heldur fram og enn fleiri lond velja at traðka á vunnin rættindi í navninum av tjóðartrygd, so er grundarlagið fyri altjóða mannarættindum hótt.

Amnesty ávarar ímóti, at 2017 kann vísa seg at gerast eitt ár, har ruðuleiki valdar, og har tær sterkastu tjóðirnar fara at fylgja nationalum áhugamálum og velja at síggja burtur frá fyrimununum við altjóða samstarvi, og hetta fer at skapa eina vandamiklari heimsskipan.

Tak frágreiðingina niður og les meira um mannarættindastøðuna 2016 her.

Tí tá ein filipinskur forseti eggjar fólkum at drepa rúsevnismisnýtarar, tá ein turkiskur forseti fonglsar atfinningarsom fjølmiðlafólk, tá Trump lýsir allar meksikanar at vera kriminellar, og tá ein donsk stjórn hevur sett sær fyri, at gera umstøðurnar hjá menniskjum, sum søkja friðskjól í Danmark so ótoliligar sum gjørligt, so er talan um útsøgnir sum spjaða heldur enn savna, og sum skapa ein heim, har tað eru “vit ímóti teimum”. Og hetta er ein meira ótryggur heimur, meinar Amnesty International.

Les um støðuna í einstøðu londunum her.

2016 var eisini árið, tá stórir partar av Aleppo vórðu javnaðir við jørðina. Sjúkrahús og skúlar í Yemen vórðu bumbað. Rohingya-fólkið í Myanmar varð útsett fyri brutalum álopum. Bygdir í Darfur vórðu álopnar við kemiskum vápnum, og atfinningarsamar røddir í Turkalandi, Kina og Bahrain vórðu fongslaðar.

Danmark fær atfinningar

Sambært Trine Christensen, sum er aðalskrivari í donsku deildini hjá Amnesty, eru tað politikkararnir sum hava høvuðsábyrgdina. Tá politikkarar brúka niðurbrótandi orðingar um samfelagsskipanir og stovnar, sum t.d. dómstólarnar, frælsu fjølmiðlarnar og rættin at skipa seg í einum frælsum samfelag, og tá londini venda sær ímóti sær sjálvum og verja mørk og snævur áhugamál, so er talan ikki bert um orð, men ítøkiligar gerðir, sum hava álvarsamar avleiðingar.

Í ársfrágreiðingini fær Danmark harðar atfinningar fyri m.a. at hava steðgað árligu móttøkuni av 500 kvotaflóttafólkum og fyri at leingja freistina fyri at fáa familjusameining upp í trý ár.

»Fremsta vónin fyri framtíðina eru vit vanligu fólk, sum mugu taka frástøðu frá harða retorikkinum, sum er partur av gerandisprátinum ímillum okkum. At vit velja at siga “nei, ikki í mínum navni. Eg ynski ikki ein heim, sum er uppbýttur í ‘vit og tey’”, sigur Trine Christensen aðalskrivari í Amnesty Danmark.

“Men hetta merkir ikki, at vit ikki skulu siga okkara hjartans meining. At vit ikki skulu tora at lata eina hugsan útfordra eina aðra hugsan. Men hetta merkir, at vit skulu tosa virðiliga og byggja okkara grundgevingar á eina grundleggjandi virðing fyri einstaka menniskjanum og grundleggjandi rættindunum hjá hvørjum einstøkum”, leggur Katrin á Neystabø, aðalskrivari í Amnesty Føroya Deild afturat.

Í samband við at Amnesty International í dag almannakunngerð ársfrágreiðingina heitir felagsskapurin á fólk kring heimin um ikki at lata ótta og hatur máa burtur sjónina um eitt samfelag, har vit eru javnsett.

Um vit øll, hvør í sínum lagi, taka stig til at verja okkara grundleggjandi rættindi, so kunnu vit venda rákinum.

Sjónband: “Hetta ynskja vit”