ALTJÓÐA DAGUR MÓTI HARÐSKAPI MÓTI KVINNUM

VOLD I KÆRLIGHEDENS NAVN

Amnesty International Føroyar bjóðar, saman við Sig Frá! og Kvinnuhúsinum, til ÓKEYPIS filmsfrumframførslu í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið 25.november kl 19:00. Vit vísa biografaktuella og sera viðkomandi filmin hjá Christinu Rosendahl: Vold i kærlighedens navn.

SKRÁIN ER HENDAN:
19:00 Vælkomin
19:05 Christina Rosendahl, leikstjóri, introduserar filmin
19:15 VOLD I KÆRLIGHEDENS NAVN sýning
21:00 Samrøða og spurningar til Christinu.
21:20 Pernille Rosendahl og Søren Vestergaard enda við tónleiki.
Kreppumiðstøðin DANNER í Keypmannahavn hevur fyri fyrstu ferð nakrantíð latið hurðarnar upp fyri myndatólum og filmsgerð. VOLD I KÆRLIGHEDENS NAVN hevði frumframførslu í november 2017 i fleiri enn 50 biografum. DOXBIO stendur fyri sýningunum. Filmurin verður nú í serligt samstarv við Amnesty, Sig Frá!, Norðurlandahúsið og Kvinnuhúsið vístur í Føroyum. GG: At filmurin verður bertur sýndur eina ferð.
Leikstjórin Christina Rosendahl hevur filmað og fylgt kvinnum og børnum í Dannerhúsinum ígjøgnum 5 ár.
Heitið á filminum VOLD I KÆRLIGHEDENS NAVN er ikki tilvildarligt: “Mítt ynski er at bróta tøgnina um harðskapin, men eisini at kanna torgreiddu orsøkirnar til harðskapin, sum kemur ímillum tvey, sum í veruleikanum skuldu elska hvørt annað. Hvussu greiði eg nágreiniliga frá um mannin, uttan at dæmonisera hann? Og hvussu skapi eg eina reiðiliga og fløkta mynd av tí heimsfyribrigdi, sum harðskapur er? Hetta eru nakrir av spurningunum, sum eg allatið havi sett mær sjálvari, meðan eg havi gjørt filmin, samtundis sum eg allatíð skuldi tryggja mær, at trygdin hjá kvinnunum var í hásæti.
Christina Rosendahl kemur sjálv at innleiða filmin í Norðulandahúsinum hetta kvøldið. Við sær hevur hon systir sína, kendu songkvinnuna Pernille Rosendahl, sum fer at spæla nøkur løg. Høvi verður eisini at seta spurningar.
__________
Um leikstjóran
Christina Rosendahl (fødd í Danmark, 1971)
Christina Rosendahl er útbúgvin á Super16 i 2004, men hevði longu í 2002 sítt gjøgnumbrot, við STJERNEKIGGER, ein dokumentarfilmur um tónleikabólkin Swan Lee. Rosendahl hevur gjørt filmar um børn og ung, m.a. SUPERVOKSEN, sum hon vann prís fyri. Spælifilmurin IDEALISTEN frá 2015 setti Thulehendingina, eitt gloymt brot av Danmarkssøguni, á kortið. VOLD I KÆRLIGHEDENS NAVN er fjórði dokumentarfilmur hjá Christinu Rosendahl.