Altjóða dagur móti harðskapi móti kvinnum

Hvussu taka vit í Føroyum ímóti og tosa við kvinnur, sum eru ella hava verið fyri harðskapi?

Og kunnu vit fáa íblástur úr Íslandi, tá talan er um at hjálpa teimum, sum eru rakt av harðskapi?

Hesar spurningar seta vit í Perluni fríggjadagin 22. november klokkan 13.30.

Tá skipa Kvinnufelagið, Kvinnuhúsið, Amnesty og Sig frá/AMR fyri felags tiltaki.

25. november er altjóða dagur móti harðskapi móti kvinnum. Endamálið við degnum er at varpa ljós á, at harðskapur móti kvinnum er ein heimsumfatandi trupulleiki.

Eisini í Føroyum fara vit at varpa ljós á henda trupulleika. Tí eisini í Føroyum eru kvinnur fyri harðskapi. Í ár halda vit altjóða dagin longu fríggjadagin, 22. November klokkan 13.30-15.30.

Á skránni eru tvær viðkomandi framløgur:

Fyrst hoyra vit sálarfrøðing greiða frá, hvussu vit í Føroyum taka ímóti og tosa við  kvinnur, sum eru ella hava verið fyri harðskapi.

Síðani seta vit spurningin: Kunnu vit fáa íblástur úr Íslandi? Greitt verður frá um íslendska Bjarkarhlíð, sum er ein móttøka fyri fólk, rakt av harðskapi.

Tiltakið er í Perluni í Tórsgøtu í Havn, og tað er alment og ókeypis. Umframt framløgur og kjak, bjóða vit ein kaffimunn.

Øll eru hjartaliga vælkomin!

“Vit liva í einum heimi, har í minsta lagi triðja hvør kvinna onkuntíð í sínum lívi hevur upplivað at blíva bukað, tvingað til kynsliga samveru ella á annan hátt misnýtt. Og í vesturheiminum er talið 23%. Altso ímillum fjórða og fimta hvør kvinna. 

Evroparáðið hevur staðfest, at harðskapur heima við hús er høvuðsatvoldin til, at kvinnur millum  16 og 44 ár doyggja ella fáa varandi mein. Fleiri kvinnur doyggja sostatt av harðskapi, enn av krabbameini ella ferðsluvanlukku. Sambært WHO eru næstan 70% av myrdum kvinnum dripnar av sínum sambúgvum.

Hesi hagtøl eru bara toppurin av ísfjallinum.”

Amnesty International, Kvinnuhúsið, Kvinnufelagið, Sig frá/Almannamálaráðið