Ársaðalfundur 2020

Til allar Amnesty-limir

Nú tilráðingarnar frá myndugleikunum eru broyttar, soleiðis at fleiri fólk kunnu savnast, hevur nevndin valt at seta aðalfundin á skrá aftur. Vit taka hædd fyri tilmælunum, og hava so mikið gott pláss í hølunum, at vit ikki meta tørvur er á tilmelding til fundin. Øll eru vælkomin.

Upprunaliga var aðalfundurin settur at vera tann 4. apríl saman við almennum tiltaki við Saru Omar, men hetta tiltak er útsett til tann tann 17. oktober 2020. Set enduliga kross í kalendaran longu nú. Tiltakið um fongsulsviðurskifti við Peter Scharff Smith verður sett á skrá seinni í heyst, og hetta frætta tit nærri um.

TÍÐ OG STAÐ

Útsetti aðalfundurin verður í Smæruni í Tórshavn hóskvøldið tann tann 4. juni kl. 18.00 – 19.30.

SKRÁ

1) Val av fundarstjóra og fundarskrivara

2) Frásøgn nevndarinnar frá virki felagsins í farna ári

3) Góðkenning av roknskapi

4) Nevndin svarar spurningum

5) Val av nevnd og tilvísingarnevnd

6) Val av grannskoðara

7) Ymiskt

Ynskir tú at fáa mál á skrá, skal hetta fráboðast nevndini í seinasta lagi 28. mai (chair@amnesty.fo). Øll eru vælkomin at seta spurningar til nevndina á fundinum.

Viðtøkur felagsins kunnu lesast her.

HEVUR TÚ HUG AT TAKA LUT Í NEVNDARARBEIÐNUM?

Ynskir tú at stilla upp til nevndina og hevur spurningar hesum viðvíkjandi, ert tú vælkomin at seta teg í samband við forkvinnuna Eyðgerð Kruse.

HEVUR TÚ HUG AT GERAST VIRKIN Í UNGDÓMSBÓLKINUM?

Um tú hevur hug at gerast virkin í ungdómsbólkinum, ert tú eisini vælkomin á fund. Umboð frá ungdómsbólkinum verða til staðar.

Við Amnestykvøðu,

/Nevndin

Les eisini: