Sara Omar

Tiltakið er sett á skrá aftur tann 17. oktober 2020 í Norðurlandahúsinum.

Sara Omar kemur til Føroyar at tosa um skaldsøgur sínar Dødevaskeren og Skyggedanseren.

Skaldsøgurnar hjá Sara Omar hava elvt til nógv kjak, serliga tí tær viðgera so viðkvom evni sum kvinnukúgan, blóðskemd, pedofili, harðskap ímóti kvinnum og børnum, og hvussu mentan, religión og samfelagsskipanir ávirka lívsmøguleikarnar hjá kvinnum og gentum.
Skaldsøgurnar byggja á veruligar hendingar.

Á tiltakinum fer Sara Omar í samrøðu við Óluvu Zachariassen at siga frá skaldsøgunum og stríðnum fyri rættindunum hjá øllum kvinnum.

 

Sara Omar gjørdist víðagitin tá hon í 2017 gav út fyrstu skaldsøgu sína Dødevaskeren, sum beinanvegin bleiv millum mest seldu skaldsøgur í Danmark. Í 2019 kom næsta skaldsøgan, Skyggedanseren.

Í 2019 fekk Sara Omar Gyltu Laurberini. Sara Omar vann eisini Mannarættindaheiðurin 2019 fyri dirvi sítt at fortelja veruleikar um kvinnukúgan og sosialt eftirlit. Hon hevur harumframt fingið eina røð av øðrum heiðurslønum.

Tiltakið við Sara Omar verður í Norðurlandahúsinum leygardagin 4. apríl kl. 15:00 -17:00. Henda dagin ber til at keypa skaldsøgurnar í Norðurlandahúsinum.

Atgongumerki fáast á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum – www.nlh.fo. Kostnaðurin er 180 kr. – kostnaðurin hjá ungum og lesandi er 90 kr.

Almenna tiltakið er eitt samstarv ímillum Kvinnufelagið í Havn,
Norðurlandahúsið og Amnesty Føroyar.