Verið vælkomin á ÁRSAÐALFUND HJÁ AMNESTY

Hóskvøldið 11.apríl kl 19.30 hevur Amnesty International Føroyar ársaðalfund.

Fundurin verður í Perluni í Havn.

Øll eru vælkomin. Vit vóna at síggja nógvar av okkara trúgvu limum, umframt nýggj andlit. Ung, sum eru áhuga at vera partur av ungdómsbólkinum, eru eisini vælkomin.

SKRÁ:

  • Ársfrágreiðing og roknskapur verða løgd fram.
  • Nevndarval (Nevnd og tilvísingarnevnd).
  • Innkomin mál.
  • Umboð fyri Amnesty Føroyar greiðir frá, hvørji átøk standa fyri framman.

Vit fara eisini at kunngerða nakrar arbeiðsbólkar, sum fara at arbeiða við nøkrum útvaldum evnum í hesum nevndarári. Umboð fyri hvønn bólk fer stutt at siga frá arbeiðssetninginum fyri komandi árið.

BÓLKAR:

  • Ungdómsbólkur
  • Umhvørvi og mannarættindi
  • Undirvísing í mannarættindum
  • Amnesty og sosialir miðlar
  • Avbyrging og varðhaldsfongsling

Um tú hevur hug at bjóða teg fram sum nevndarlim ella at gerast partur av einum av arbeiðsbólkunum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við skrivstovuna á amnesty@amnesty.fo ella bara møta til fundin.

Eftir fundin hava vit kaffi og okkurt til góman, so vit fáa eina hugnaliga løtu saman.

Við Amnesty kvøðu,

Nevndin